Skriva út

Elsa Maria Trondesen

Elsa Maria Trondesen
organistur
Skálavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elsa Maria Trondesen er av eini organisstaætt. Og hon roknar seg at vera sjálvlærdan organist. Elsa Maria er fødd 14. desember 1965.

-Abbi mín, Jógvan á Trøð, var organistur í kirkjuni í mong ár og síðan var Wilhelmina í Dali, sum er fastir mín. Eg fekk orgul frá mammu og pápa, tá eg var seks ára gomul og síðan havi eg lært meg sjálv. Onkrar sálmar spæli eg ikki, men teir flestu. Eg havi gjørt mær míni egnu greb, hetta er sjálvlært, eg eri ikki skúlað á økinum og sangurin gongur í kirjuni, sigur Elsa Maria Trondesen.

-Eg spældi fyrstu ferð, tá íð eg var 14 ára gomul, tað var til ein barnadóp, tað er ein barnadópur eg minnist serliga væl. Sjálvandi var eg eitt sindur nervøs, tí nú sótu knappliga nógv fólk og lurtaðu eftir hvussu eg spældi. Tað var munandi minni farligt heima, sigur hon.

-Tann 12. august í 2004 fór eg at spæla fast. Í dag eri eg einasti organistur í kirkjuni og tað er ógvuliga bundisligt. Eyðun Viderø spældi her í nøkur ár, men hann gavst og nú eri eg einsamøll.

-Her eru fleiri, sum duga at spæla, men ongin vil. Her eru ongin nýggir organistar, sum vilja halda seg til, sigur hon.

Elsa Maria Trondesen eigur tríggjar synir og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.