Skriva út

Elsa Johanna Høgenni

Elsa Johanna Høgenni
deknur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg var í kirkjuráðnum fyri dómkirkjuna og tað var tann vegin, at eg gjørdist deknur. Ása Justinussen, sum sat í kirkjuráðnum, bað meg um at stilla upp, og síðan varð eg vald. Eg gjørdi mær eisini tankar um deknastarvið, áðrenn eg tók av. Hvat er tað at vera deknur og kann eg tað, spurdi eg meg sjálva. Eg tók ikki av beinanvegin, men hugsaði meg um eina tíð og so var tað greitt fyri mær, at eg vildi vera deknur, sigur Elsa Johanna Høgenni, sum er fødd 5. januar 1963.

-Ein gerst ein partur av lívinum hjá øðrum, tá ein gerst deknur og eg eri glað fyri, at eg tók av. Hetta er eitt positivt umhvørvi at vera í. Eg eri liberal av sinni og hugsi ofta, hvussu kann eg gerast eitt betri menniskja. Ein partur av hesum er at virða fólk fyri tað tey eru, sigur hon.

-Eg verið kirkjutænari fleiri ár fram, um heilsan loyvir tí og fólk vilja hava meg. Tað eru nógvir kirkjutænarar, sum halda leingi á. Uppgávan er ikki strævin. Vit eru fýra deknar, sum taka eina viku í part, sigur hon.

Elsa Johanna er fødd niðri. Hon er dóttir til Marius Thomasen, tryggingarstjóra sála og Katrin Thomasen, sálu, sum var lærari í Hoydølum. Hon misti bæði forledrini á ungum árum.

Elsa johanna er gift við Hilmar Høgenni og tey eiga tríggjar vaksnar synir. Dagliga er Elsa Johanna leiðari á starvsfólkadeildin hjá Tórshavnar Kommunu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.