Skriva út

Elsa Jacobsen

Elsa Jacobsen
forsangari
Kirkjubøar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elsa Jacobsen hevur verið kirkjusangari í kirkjuni í Kirkjubø seinastu mongu árini. Hon er av Velbastað og er fødd 31. juli 1954.

-Vit trý, eg og Jóannes Dalsgarð og Fróði Sandoy byrjaðu øll í senn sum kirkjusangarar, tá íð Dánial Pauli í Búðini legði frá sær. Hann hevði verið forsangari í mong ár.  Eg vildi hjálpa Jóannes Dalsgarð. Eg hevði verið í kóri áðrenn og tað endaði við, at vit trý fóru saman at syngja fyri í kirkjuni, sigur Elsa Jacobsen.

-Eg eri doypt í Kirkjubøar kirkju, eg eri eisini gift í henni. Tá íð eg var barn, varð kirkjan undir umvæling og har var eisini forngrevstur, og tí var kirkjan ikki í brúki tá, hon var stongd, sigur hon.

-Kórið Sólarmagn byrjaði í 2000 í samband við skúlavígsluna og eg havi verið við síðan. Eg havi sungið í Havnarkórinum og havi eisini gingið til sangundirvísing, sigur hon.

-Pápi mín, Olivar Danielsen, hevði góða sangrødd og tí havi eg hoyrt nógvan sang í mínum uppvøkstri. Eitt nú  hevði pápi mín plátuspælara og hann lurtaði nógv eftir kenda svenska operasangaranum Jussi Bjørling. Pápi var húsasmiður og bátasmiður. Hann lærdi niðri. Og meðan hann var niðri, fekk hann innspælt eina plátu, har hann sjálvur sang. Hetta var uppi í tíðini tá, at upptaka egnar plátur, sigur hon.

Elsa er gift við Flóvin Jacobsen og tey eiga tríggjar gentir og hon eigur eisini eina ommudóttir. Elsa arbeiðir í vøggustovu á Velbastað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.