Skriva út

Ellintur Kalsoy

Ellintur Kalsoy
organistur
Eiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ellintur hevur havt langa starvsleið sum organistur í Eiðiskirkju og hann hevur verið har í tveimum umførum. Hann byrjaði at spæla sum ungur i 1974 og helt á fram næstu tíggju árini. Og í 2012 vóru boð aftur eftir honum at spæla í kirkjuni.

-Vit vóru seks brøður og fýra av okkum spældi instrument. Pápi mín var lærari. Hann kallaðist Jóhan Kalsoy og hann var fyrst lærari við Gjógv frá 1919 og fram til 1944, tá fór hann í starv á Eiði. Pápi var organistur í Gjáar kirkju. Eg eri føddur tann 11. mars 1942 og minnist ikki tíðina við Gjógv. Annar abbin kallaðist Mørkøre, stavar frá Myrkjanoyri í Klaksvík og onnur omma mín var úr Mikladali. Pápi og pápabeiggi mín Jógvan fingur sær navnið Kalsoy.

-Eg var 24 ára gamal, tá ið pápi byrjaði at læra meg nótarnar. Eg havi ongantíð verið so øgiliga kvikur í heysinum, so hetta tók sína tíð, sigur hann.

-Eg plagdi at spæla saman við Poul Jacobsen, sum hevi spælt í kirkjuni í yvir 50 ár. Eg byrjaði at spæla í 1974 og var einsamallur organistur fram til 1984. Eg havi verið rættuliga glaður fyri at spæla í kirkjuni og eftir at eg gavst havi eg hildið spælið við líka hvønn einasta dag heima.

-Eg havi loyst aðrar organistar av í kirkjuni og í apríl 2012 vóru aftur boð eftir mær um at spæla fast. Vit eru nú tríggir organistar, sum skiftast. Fyri meg var tað akkurát tað sama, tá eg byrjaði aftur, sum tá eg gavst. Áhugin er har. Eg eri glaður fyri at vera byrjaður aftur i kirkjuni, sigur hann.

-Ellintur hevur havt skiftandi starvsleið. Hann byrjaði sum sjómaður og sigldi við norðmonnum og føroyskum skipum. Í 1972 fór hann at starvast hjá Landsverk og var í hesum starvi í 36 ár, tá hann gavst sum 67 ára gamal. Tá eg fór í land, var eg vorðin keddur av sjólívinum og tað var ein røtt avgerð. Pensionistatilveran hevur verið góð. Eg spæli orgul og horn og keði meg ikki. Eg vitji javnan systrarnar hjá mær, Katrin Hvilt á Skála og Ásu og Hallgerð í Havn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.