Skriva út

Elisabeth Leo

Elisabeth Leo
deknur
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elisabeth er fáminingur og hon er gift til Skopunnar, har hon hevur búð alt vaksna lívið. Sunnudagar eru Elisabeth deknur av og á í Skopunnar kirkju. Hon skiftist við aðrar deknar. Elisabeth er fødd beint eftir ólavsøku 30. juli 1957.

-Maður mín eitur Hans Kristian Olsen og er skopunningur og hann fekkst ikki úr Skopun, tí búgva vit her. Eg havi tó havt nógv samband við heimbygdina. Fyrr var ferðasambandið ikki so gott, men seinni árini er tað vorðið munandi betri. Nú eri eg ofta í Famjin og haldi til í barnaheiminum, sigur Elisabeth Leo.

-Hví gjørdist eg deknur. Eg var uppring og spurd, um eg vildi stilla upp til kirkjuráðsvalið. Eg játtaði og varð vald. Og júst komin í kirkjuráðið manglaði ein deknur. Eg tosaði við Irdi Mittelstein og vit hildu, at tað var synd, um kirkjan stongdi, tí ongin deknur var og tí gjørdust vit báðar deknar, sigur hon.

-Tað at standa frammanfyri eini mannamúgvu og tala var ikki ókent fyri meg. Eg eri virkin í missiónshúsinum og tali eisini har. Men eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøs í fyrstuni, sigur hon.

Elisabeth býr á Skúlavegi í Skopun. Hon og maðurin búgva í íbúðini í kjallaranum í teirra egnu húsum. Tey eru flutt, tí ein dóttir hevur yvirtikið húsini og hon býr nú uppi á.

-Vit eiga fýra børn, tey eru øll vaksin. Og vit hava fingið seks barnabørn, vit eru signaði, sigur hon.

Elisabeth byrjaði á flakavirkinum, tá íð hon flutti til Skopunnar. Síðan hevur hon verið dagrøktarmamma í fleiri ár. Hon hevur eisini gjørt mat til arbeiðsfólk, sum eru komin til bygdina og kjallarin varð fyrr nýttur til at hýsa arbeiðsfólki.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.