Skriva út

Elin Syderbø

Elin Syderbø
deknur
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg eri tað seinasta barn, sum er føtt á Húsum, sigur Elin Syderbø, sum eisini er deknur í kirkjuni. Elin er fødd 16. mars í 1970. Eftir tað vóru børnini fødd á sjúkrahúsinum.
 
 -Eg og Jorleif, maðurin giftust í 1990, tá var eg 20 ára gomul. Vit fingu skjótt tey fyrstu fýra børnini. Tað elsta varð føtt í 1989, síðan aftur í 1991, aftur í 1994 og aftur í 1997. So var ein steðgur til 2001, tá íð vit fingu fimta barnið, árið eftir sætta og so var aftur ein steðgur. Í 2008 fingu vit sjeynda barnið og árið eftir tað áttinda. Børnini eru bara komin og eg havi ongantíð sagt, at eg ikki skal hava fleiri børn. Og so reypi eg av, at eg eigi øll við sama manni, sigur Elin Syderbø.
 
 -Maðurin er úr Klaksvík og hann gjørdist bygdarmaður á Húsum og  hevur trivist væl, tað sigur hann í hvussu er sjálvur. Vit fluttu úr Klaksvík og til Húsar, tá vit høvdu fingið tað fjórða  barnið. Vit keyptu eini hús á Húsum og Jorleif fall til beinanvegin. Eg eri uppvaksin á Húsum og eg longdist aftur til heimbygdina, sigur hon.
 
 -Eg arbeiddi í 10 ár á røktarheimi í Klaksvík. Síðan fór eg á smoltstøðina í Knútsdali her á Kallsoynni at arbeiða. Nú havi eg verið dagrøktarmamma í nøkur ár, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.