Skriva út

Elibert Kerá

Elibert Kerá
klokkari
Bønhúsið á Hellunum

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Elibert er oyndfirðingur, uppvaksin í Oyndarfirði og giftur á Hellunum, har hann hevur búð meginpartin av vaksna lívinum. Og hann er eisini klokkari í Bønhúsinum á Hellunum og tað hevur hann verið síðan skúlin varð vígdur til bønhús í 1993. Elibert er føddur 2. oktober 1949.

-Tað var Eivind Vilhelm, próstur, sum mælti til at víga skúlan sum bønhús. Hann metti, at tað vóru fleiri møguleikar við húsinum, um tað var vígt til bønhús heldur enn kirkju og eg eri enn fyrsti og einasti klokkari í bønhúsinum fast. Símin Hans plagar at avloysa meg, tá íð eg ikki eri heima, sigur Elibert Kerá.

-Vit fluttu á Hellurnar í 1980. Í 1983 og triðja mars, nærri roknað, fluttu vit í nýggj hús, sum vit høvdu latið byggja á Hellunum. Atli, svágurin flutti í nýggj hús fimm ár seinni og sama dag og beint uttanfyri hjá okkum.

-Man játtar seg til starvið sum klokkari og so geri eg tað við gleði og mær dámar tað væl. Eg eri heimamaður, men hetta er ikki meira bundið enn so, at berst mær frá, kann eg heita á onkran annan. Eg arbeiði á smoltstøðini og byrjaði har í 1985. Har havi eg trivist í yvir 30 ár. Nú eri eg givin vegna aldur, sigur hann.

-Eg fór til skips sum ungur í 1963 og var nógv ár til skipa. Byrjaði við Columbus sum kokkadrongur, pápi mín Einar var kokkur. Eg var við Columbus í tvey ár. Síðan tvey ár við Annu T av Tvøroyri og fimm ár við Hans Erik. Eg var eisini við slupp, við Mazeppu, Yvonnu og við Polarstjørnuni á sild og royndi enntá við Norðfarinum við gørnum á Norðhavinum. Eg var eisini við einum trolbáti og sigldi sum yvirmaður við kubatrolarunum, sigur hann.

-Eg hevði ikki roknað við at fáa lívsstarv á smoltstøðini á Hellunum, men eg havi verið glaður fyri tað.

Elibert er giftur við Hansinu, sum er av Hellunum, tey eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir og fleiri barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.