Skriva út

Eli Johannesen

Eli Johannesen
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eli Johannesen er ættaður av Sandi, men hevur búð á Oyri meginpartin av lívinum. Hann hevur eisini verið klokkari í kirkjuni við Norðskála. Eli er føddur 6. september 1935.

-Eg eri ættaður úr Króki á Sandi og eg havi enn tætt samband við heimbygdina. Eg havi bygt summarhús Inni í Brekkum við Gróthúsvatn og har eri eg ofta, sigur Eli Johannesen.

-Og hvussu ber tað so til, at eg búsettist á Oyri sum 24 ára gamal. Kona mín Sonja var av Oyri. Hon var ofta og ferðaðist á Sandi, tí hon átti eina fastur har og tað er meðan hon ferðast, at vit hittast. Eg var ikki keddur av at flyta, vit búðu fyrsta árið inni hjá verforeldrunum, sigur hann

-Eg sigldi á Skálafjørðinum tá. Var eitt nú við sluppini Oyrasker hjá D. P. Højgaard á Toftum og seinni við línubátinum Vesturhavið Blíða. Eg var í hesum reiðarínum í fleiri ár, sigur hann.

-Tað var gott at flyta til eina gamla bóndabygd, vit bygdu sunnast í bygdini og Oyri liggur á sólsíðuni. Eg varð valdur í kirkjuráðið. Eiler av Oyri var kokkari tá. Hann var vorðin sjúkur, eg avloysti hann, hann doyði, og eg var verandi. Eg mundi vera klokkari í eini 10-12 ár. Eg ringdi bara til gudstænastur, ikki fyrr um morgunin. Tá var eg liðugur á sjónum og hetta hevur verið fyrst í sjeytiárunum í farnu øld. Síðan fór eg at koyra gravkúgv, eg var við til at gera Norðskálatunnilin og eisini Leynartunnilin. Um veturin gróv eg kava, tað var onki ynskiarbeiði, tá íð kavarokið var so nógv at ein einki sá, var einki annað at gera enn at steðga. Eg arbeiddi saman við William Mackay í Funningi, tað var ógvuliga nógvur kavi tey árini, sigur hann.

-Albert Dam tók við eftir meg. Eg var so óheppin at detta av takinum, stigin gleið undan og eg breyt meg sundur og mátti gevast. Um hetta ikki var hent, hevði eg helst verið klokkari enn, sigur hann.

-Vit eiga tríggjar dreingir og eina dóttir og nógv barnabørn. Okkurt av teimum er longu vaksið.

-Eg havi gingið í kirkju alt mítt lív, eisini sum smádrongur á Sandi. Kirkjan er mær ikki ókend, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.