Skriva út

Eli Jensen

Eli Jensen
deknur
Bønhúsið á Hellunum

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eli Jensen hevur búð alt lívið á Hellunum og hevur virkað út frá bygdini. Hann er kendur sum ein ordans maður, sum hevur skil í tingunum, og hann er akkurátur og røkin . Eli er føddur 25. oktober 1932.

-Eg læs fyrstu ferð lestur 18. oktober 1981. Pápi mín Petur Kristian, sum hevði verið deknur í mong ár, læs seinastu ferð eina viku framman undan tann 11 oktober. Hann fór á hospitalið dagin eftir og kom ikki aftur. Hann bleiv 79 ára gamal.

-Hóast bønhúsið ikki alment gjørdist bønhús fyrr enn í 1993, framman undan var tað skúli, hevur lestur verið lisin í skúlanum síðan hann varð tikin í brúk í 1924. Abbi mín Jens Petur Jensen læs lestur í mong ár. Heilt frá tí skúlin var nýggjur í 1924 og fram til 1958. Síðan tók Símin Jacob við og pápi og nú eri eg deknur á 34 ári. Tá ið pápa barst frá, plagdi verfaðir mín Tummas Løkjá at lesa. Eg havi verið einsamallur deknur og tá mær hevur borist frá hevur Símin Hans Jacobsen lisið, sigur hann.

-Merkiligt, eg havi havt betri heilsu síðan eg rundaði tey áttati. Eg gangi átta kilometur vanliga um dagin og tað ger mær gott. Tveir túrar um dagin heim á Laksá og tað er tveir kilometur hvønn vegin og onkuntíð fari eg longur. Tað einsasta sum hindrar mær er vindur, regn leggi eg einki í, eg havi oljuklæðir. Eg royni at halda hetta við líka og eg havi stundir til tað, havi einki annað at gera. Tíðindini í útvarpinum forstýraðu meg og gjørdu at eg misti onkran túr. Nú leggi eg einki í um eg misssi tíðindini, taki túrin fram um útvarpið, sigur hann.

-Vit gingu bara í hálvum barnaskúla á Hellunum. Í fyrstuni var tað aðru hvørja viku og síðan 14 dagar í skúla og 14 dagar frí. Hetta gjørdi, at vit dreingir komu tiðliga til arbeiðis. Vit róðu út saman við eldru monnunum í bygdini og eg plagdi at vera saman við Jens Petur, abba.

Eli fór til skips sum allir aðrir og var við fleiri skipum. Og hann róði út í Grønlandi í mong ár við egnum báti.

-Fyrsti túrurin hjá mær var í 1948, tá var eg 15 ára gamal. Tá var eg við Sólbrún, sum hoyrdi heima í Oyndarfirði. Jákup Andrias í Syðrugøtu var skipari. Eg og Jakku Høgnesen vóru javnaldrar og vit sluppu við, um vit vildu deila eina koyggju, tað hevði neyvan nakar gjørt í dag. Tá vóru fá skip í Føroyum og ringt var at fáa tjans, sigur hann.

Eli er giftur við Kristinu og tey eiga dóttrina Svanhild, sum er uppkallað eftir ommuni. Hon býr í Íslandi. Eli og Kristina eru nú í 2022 á Ellisheiminum í Streymnesi. Samrøðan varð gjørdi í 2015.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.