Skriva út

Eivind Petersen

Eivind Petersen
klokkari
Oyndarfjarðar kirkja

Eivind Petersen, keypmaður í Oyndarfirði man vera tann klokkarin, sum hevur drúgvasta starvsaldurin í Oyndarfirði sum klokkari. Hann ringdi fyrstu ferð fyrsta sunnudag í advent í 1957 og var í hesum starvi fram til 2005 ella næstan fimti ár.


Eghavi ringt síðan, tað var herfyri, tá ið ein langabbasonur hjá mær fór tildópin, men eg mundi ikki komið niður aftur úr torninum. Nú er aldur farin at gera um seg og brattar trappur eru ein avbjóðing, sigur Eivind. Petersen sum erføddur í 1928 og í skrivandi stund 86 ára gamal.  Hann er til arbeiðis hvønn gerandisdag í árinum og myndin er tikin við kassaapparatið inni í handlinum.


Egvarð biðin um at ringja og eg segði ja, og hetta gjørdist eitt lívsstarv. Pápi mín, Andrias, var eisini klokkari og deknur og eg kom til, tá í Garðibóndin, Jógvan undir Garði, ikki orkaði meira.


Eg havi ongantíð tikið hetta arbeiðði sum eina plikt, heldur sum eitt heldur sum ein heilagan gerning og mær hevur dámt tað og tú er ikki í einum starvi so leingi, uttan tú dámar tað.


Tey fyrstu 15 árini var eg heilt einsamallur klokkari í bygdini og hevði til starv hvønn sunnudag at ringja tríggjar ferðir frá morgunstundini av. Tað gav at bíta einaferð eftir at vegurin kom í 1968, eg var og helt jólaaftan hjá dóttir míni Judit í Havn. Tá var neyðugt at fara norður á miðjari nátt, fyri at ringja í kirkjuni jólamorgun.


Og tvær óbehagiligar hendingar hevur Eivind upplivað tíðliga sunnumorgnar hesi 46árini í tænastuni sum klokkari.


Fyrru ferð var eg komin upp á loftið og nú var eitt buldur í gongini niðri undir. Tað var nakað úr eini lampu, sum datt niður. Seinnu ferðina stívnaði blóðið í æðrunum, tá kom ein órakaður, skitin og fullur avbygdarmaður í ørviti við øl fløsku í hondini upp gjøgnum trappurnar, tá var lítið um meg. Eg bað hann fara niður íforkirkjuna at seta seg, meðan eg ringdi meg lidnan, og hann sat har so fittur og munnaði sær.