Skriva út

Eivind Clementsen

Eivind Clementsen
klokkari
Elduvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eivind Clementsen er elduvíkingur, men hann hevur búð stóran part av ævini í Hósvík, har hann er giftur við Lilly. Og Eivind hevur eisini roynt seg sum klokkari í Elduvík sum ungur. Hann slapp ikki ordliga undan, tí mamma hansara Katrina var formaður í kirkjuráðnum, og stóð á at fáa klokkarar, fór hon eftir synunum og teir høvdu bara at akta, soleingi teir búðu heima. Eivind er 10. september 1956.

-Eg ringdi nakrar ferðir, tá hinir høvdu forfall og var eitt slag av reservaklokkara. Eg minnist, at eg dugdi illa í fyrstuni, lærdi meg sjálvur og kom spakuliga á lagið. Í dag hoyri eg, at klokkarar verða upplærdir í torninum, tað var eg ikki, sigur hann.

-Kirkjan var ógvuliga sentral í Elduvík, man skuldi í kirkju og vit sótu altíð á sama bonki. Og kirkjan var bara full, tá ið onkur var deyður.

Eivind hevur tað ikki við at skifta arbeiði. Hann er trúgvur, har hann er og í samfull 32 ár tænt undir Helga, stóra húsafabrikantinum í Hvalvík, maðurin sum er heilin og drívmegin aftanfyri Norðsetur.

-Eg byrjaði á Norðsetur tann 1. Mai 1983. Eitt er, at arbeiðsplássið er høgligt í Hvalvík og annað er at mær hevur dámt tað og eg havi trivist væl. Eg havi verið deildarleiðari síðan 1988 og havi fólkið í høllini undir mær. Eg lærdi í Havn hjá Gunnleif Vestergaard til húsasmið, áðrenn eg flutti til Hósvíkar. Vit fluttu í húsini í 1990 og í 1992 fóru Føroyar á heysin. Eg mátti niður til Danmarkar at arbeiða. Eg minnist, at áðrenn eg gavst, ringdi Helgi til mín og bað meg um at taka allar nummarpláturnar av bilinum, tær skuldu leverast til Akstovuna, tí virksemið var steðgað. Bara í Hósvík stóðu 18 hús tóm undir kreppuni og ikki øll komu aftur.

-Tað er gott at búgva í Hósvík. Føroyingar hava tað gott, í hvussu er teir sum tjena og arbeiða, sigur hann.

Eivind og Lilly eiga tveir dreingir og eina gentu og higartil eru komin trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.