Skriva út

Einar Larsen

Einar Larsen
kirkjusangari
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Einar Larsen er føddur í 1927 og er 94 ára gamal, nú vit sita og práta um hansara leiklut í Tvøroyar kirkju í novembur 2021.

-Vit blíva gamlir. Vit eru tríggir brøður og allir eru vorðinir yvir 90 ár. Vit hava havt gott samband øll árini. Tann elsti, Groth doyði í ár og tann yngsti, Ebbe er 91 ára gamal. Eg eri í millum teir. Og hvussu blívur ein gamal. Vit hava lætt sinnalag, positivir hava vit allir verið og vit hava ikki roykt. Eg var yvir 45 ár, áðrenn eg smakkaði fyrsta snapsin, og hann slapp ongantíð at taka yvir. Eg haldi, at edrúiligheitin kom frá okkara skótavirksemi sum ungir. Skótar hava sett sær fyri at halda seg burtur frá fløskuni, sigur Einar Larsen.

-Eg havi livað eitt virkið lív. Gjørdist tollari longu sum 21 ára gamal og tað gjørdist mítt lívsstarv. Og eg havi verið rættuliga virkin í tónleikinum og tónleikurin hevur havt stóran týdning í mínum lívi. Eg havi verið í orkestri, spælt klarinett, verið í hornorkestri og sungið í kóri og tað er gjøgnum kórið, at eg eri vorðin kirkjusangari.

-Kirkjusangarar stuðla organistinum undir gudstænastuni, vit standa við orgulið og syngja. Eg eri komin í kirkjuna at syngja og bara tí. Tollara starvið var allan dagin og løturnar í kirkjuni vóru fríløtur.

Einar var giftur við Lilly og tey fingu tvær døtur, sum báðar búgva í Danmark. Eg havi fingið átta barnabørn og eg vitji javnan í Danmark. Einar var tollari frá tí hann var 21 til hann fór frá við pensión sum 67 ára gamal. Hann kom sum ungur at læra á sýslumannskrivtovuni og fór síðan at arbeiða sum tollari.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.