Skriva út

Eilin Andreassen

Eilin Andreassen
deknur
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fleiri av teimum, sum gerast kirkjutænarar uppliva ofta, at tað verður bankað á dyrnar um kvøldið og kirkjuráðsformaðurin stendur uttanfyri og ber síni ørindi. Og ofta hendir tað, at tey bidnu ikki svara ja beinanvegin, men biðja um eina umhugsunnartíð.  Og akkurát soleiðis gekk tað fyri seg, tá ið tað fyri tiggju árum síðani bankaði upp á dyrnar hjá Eilin Andreassen í Leirvík. Uttanfyri stóð kirkjuráðsformaðurin Edvin Joensen og bar síni ørindi fram.

-Eg hevði ongantíð hugsað meg sum dekn. Edvin spurdi meg, um eg vildi vera deknur og eg haldi ikki, at eg skilti spurningin ordiliga. Hetta var beintfyri páskir. Eg svaraði honum, at hetta mátti eg hugsa um. Og ikki var nógv hugsað, tí eg læs longu á páskum. Hetta var stórt fyri meg, tí eg var fyrsti kvinnuligi deknur nakrantíð í Leirvík. Eg kenni tað sum eina æru at vera kirkjutænari, ikki bara æru, men eisini eitt kall og eg havi havt gleði av tí,  sigur  Eilin Andreassen.

-Eg var rættuliga nervøs fyrstu ferð eg læs. Men Fríðfinn, sum var royndur kirkjutænari, hevði lovað at hjálpa mær og tað gjørdi hann og alt gekk sum tað skuldi. Hetta var á páskum og kirkjan var full og eg fekk rættuliga roynt meg.

-Eg havi gleði av arbeiðinum sum deknur. Vikuna framman undan eg skal lesa, leiti eg eftir lestri, vit hava fleiri møguleikar og eg finni ein sum passar til mín at lesa. Tað er ikki bara at eg finni hann, tí eg biði eisini fyri at eg finni tann rætta.  Eg eri rættuliga punktlig sum persónur og ongin skal bíða eftir mær. Hetta kemur eisini til sjóndar, tá ið eg fyrireiki meg. Eg lesi væl uppá og hugsi um tekstin gjøgnum alla vikuna.

-Tað er Várharra at takka, at eg fái tann boðskap fram, sum Gud vil hava skal út tann dagin. Tað er ikki eg, eg kenni hetta sum eitt kall og Gud leiðir meg gjøgnum gudstænastuna, sigur Eilin Andreassen.

Eilin er gift við Eyðun Andreassen og tey eiga ein 27 ára gamlan son og eina 16 ára gamla dóttir. Sonurin er giftur og eigur tveir dreingir og teir geva nýtt innihald hjá ommuni og abbanum.

-Vit hava kenst frá barnsbeini av og eru bæði úr Leirvík . Tað riggar at vera úr somu bygd, men børnini vóru eitt sindur kedd um ikki at hava eina ommu í eini aðrari bygd at vitja.

-Eg minnist at fyrsta jarðarferðin eg var til sum deknur, hon var eitt undarlig fyri meg. Uni Næs, sum tá var prestur kom og bað meg vera í fylginum frammanfyri kistuna, tí nú var eg deknur og hevði ikki ordiliga fyrireika meg til hetta, men tað gekk eisini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”