Skriva út

Eilif Samuelsen

Eilif Samuelsen
deknur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í skrivandi løtu, í apríl 2019, er Eilif Samuelsen 85 ára gamal. Hann býr saman við konuni Katrin á Kráarvegi í Havn, beint viðsíðuna av skrivismáttuni hjá William Heinesen, skaldi sála, tað er hon sum sæst í baksýni vinstrumegin á myndini. Eilif er framvegis virkin, og tað er ikki smávegis skriftligt arbeiði, hann framvegis leggur úr hondum, sum ein tann kønasti og ídnasti týðari, vit eiga. Hann flytir heimsbókmentir og serliga griskar fornbøkur í lætt lesiligt føroyskt mál. Men Eilif, hevur umframt nógv annað í einum virknum lívi, eisini eina fortíð sum deknur í Vesturkirkjuni. Eilif er føddur 22 mai 1934.

-Vit hoyra til Vesturkirkjuna, ella Suðurstreymoyar Vestara Prestagjald. Markið er Varðagøta og Villingardalsvegurin og her búgva vit. Eg fekk skjótt álitisstørv í kirkjuarbeiðinum. Var limur í kirkjuráðnum í mong ár og deknur í mong ár-. Fyrst avloysaradeknur frá 1992-1998 og fastur deknur frá 1998-2017. Eg hevði eisini rokniskapin um hendur hjá kirkjuni frá 2006-2017.

-Rokniskapinum var arbeiði av, hann javnvigaði við eini millión og mær hevur dámt álitisstørvini í kirkjuni. Eg byrjaði í hesum arbeiði, tá ið býurin fór at vaksa vestureftir og vestara prestagjald er framvegis størsta prestagjald í høvuðsstaðnum, sigur Eilif Samuelsen.

Eilif er fuglfirðingur og útbúgvin lærari. Hann hevur verið lærari í samfull 43 ár. Fyrsta árið í Fuglafirði, síðan seks ár í Hvalvík og tá íð venjingarskúlin varð bygdur í 1968, flutti hann og konan til Havnar og her var hann lærari til, hann fór frá vegna aldur í 2002.

Katrin er ættað úr Saksun. Mamman av Kvíggjarhamri og pápin frá Svartá. Tey møttust niðri har Eilif gekk á háskúla og læraraskúla í Haslev og hon lærdi til sjúkrasystur í Næstved. Eilif tók prógv sum lærari í 1958. Tey eiga tvey børn, Jákup og Sigrun, og eru signaði barnabørnum og langbarnabørnum.

Eilif Samuelsen er eisini eitt kent navn frá politiska lívinum. Hann sat á tingi í mong ár fyri Sambandsflokkin og var eisini landstýrismaður í tveimum skeiðum. Tað er siðvenja at vera kirkjutænari í Samuelsenfamiljuni, sum kemur úr Haldórsvík. Langabbin Sámal var deknur í næstan 50 ár og abbabeiggin Pól var eisini deknur, tá ið Eilif var smádrongur og í kirkju skuldu tey, tá íð tey vitjaðu í Vík í summarfríðini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”