Skriva út

Eiler Mourits Hansen

Eiler Mourits Hansen
klokkari
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Á Nesi er talan um eina sanna klokkarafamilju. Her eru klokkarar, sum í mong ár hava verið klokkarar í gomlu kirkju og sum framvegis eru klokkarar, nú í
Fríðrikskirkjuni. Ein av teimum er Eiler, sum er føddur 17. august í 1948.

-Abbi núverandi klokkarin Ólavur Magnussen, var eisini klokkari, hann kallaðist Óle Magnussen og tá ið hann hevði forfall avloysti pápi mín hann. Óli Magnussen var fyri tað mesta klokkari einsamallur og tá hann ikki kundi, avloysti pápi mín, Óli á Forðum, hann av. Vit báðir klokkararnir av Nesi í dag, sami Ólavur Magnussen og eg sjálvur eru uppvaksnir á Nesi. Eg á Forðum og hann í Forna, sigur Eiler.

-Eg ringdi fyrstu ferð sum smádrongur. Eg havi ringt fast sum avloysari síðan 1982. Í nýggju kirkjuni er alt meira moderna. Her nýtist ikki at fara upp í tornið. Her eru knøttar at trýsta á og trýstir tú ikki rættan knøtt, tá ringir hon heldur ikki rætt.

-Klokkan í Fríðrikskirkjuni kann ringja upp í ein hálvan tíma í senn. Skulu vit halda gamlan sið, tá ið hennara hátygn, Drotningin, einaferð doyr, tá mugu vit trýsta tværferðir, tí gamal siður er her á leið, at við kongsdeyða verður ringt ein tíma á morgni og ein á kvøldi, sigur hann.

-Eg lærdi til snikkara hjá Joen Jacob Petersen, snikkarameistara á Glyvrum. Hann var ein góður snikkari og dugdi væl at læra frá sær. Heilt avgjørt ein fittur og dugnaligur arbeiðsgevari. Eg byrjaði í 1964 og kontraktin varð undirskrivað sama dag, sum vanlukkan hendi á Toftavatni, har tríggir toftadreingir druknaðu einans 10-11 ára gamlir.

-Eg var liðugur at læra í 1969 og helt fram á Snikkaravirkinum fram til 1972, tá eg og Kjartan Kollsein yvirtóku verkstaðið. Vit róku tað saman í tíggju ár. Tað gekk soleiðis normalt upp og niður. Síðan havi eg verið handverkari í Føroyum og í Danmark. Seinastu fimm árini havi eg arbeitt á AWI Boats í Runavik. Tað er ein øgiligur munur á at arbeiða innan byggivinnu um summarið í Føroyum og í Danmark. Í Føroyum fyllist alt av vindi og regni og tú veit ikki av veðri niðri summarhálvuna.

Eiler er giftur við Ingibjørg úr Rituvík. Tey eiga tríggjar dreingir og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.