Skriva út

Egon Hansen

Egon Hansen
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Egon Hansen er eitt kent andlit í kirkjulívinum bæði í dómkirkjuni og eisini í Nólsoy. Hann er nólsoyingur og hevur búð alt vaksna lívið í Havn. Og tey sum av og á eisini eru til jarðarferðir í Havn vita eisini av Egon. Hann er ein at teimum føstu “líkhanunum”, sum syngja fyri til jarðarferðir. Egon er føddur 10. juli 1947.

-Hetta er kanska eitt sindur av eini familjutraditión at syngja til jarðarferðir. Eg syngi fyri líki bæði í Nólsoy og í Havn. Vit eru fimm, sum syngja í Havn og vit eru ikki í hesum sambandinum knýttir til nakra ávísa kirkju. Vit syngja til allar jarðarferðir í øllum meinigheitum. Brøðurnir hava egnar sangarar. Eg havi sungið nógv í kóri, havi verið virkin kirkjusangari í Havnar kirkju í mong ár, sangur er mín áhugi.

-Eg havi starvast sum avloysaradeknur. Tað byrjaði longu, tá eg var ungur og pápi var burtur. Kirkjusangur hevur sum sagt, mín stóra áhuga og tað er munandi tyngri at syngja í kirkjum uttan urgu, sigur Egon Hansen.

Egon fór á Føroya Læraraskúla í 1966 og varð liðugur í 1971. Síðan fekk hann starv á spesialskúlanum og seinni skúlaráðgevi á Landskúlafyrisitingini, har hann tók sær av børnum sum høvdu trupulleikar við talu og við hoyrn.

Egon er ein virkin pensionistur og hann er í svimjihøllini hvønn morgun. Eisini syngur hann í Tórshavnar Manskóri. Hann hevur í 16 ár sitið í kirkjuráðnum fyri Dómkirkjuna. Egon hevur skrivað bók um kirkjuna í heimbygdini og er ættarkønur. Onkuntíð hoyra vit hann lesa morgunlestrar í útvarpinum.

Konan Katrina er ættað úr Dali. Tey eiga trý børn og fimm barnabørn. Tey eiga jørð í Dali og tað fer við eitt sindur av tíðini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.