Skriva út

Egil á Bø

Egil á Bø
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Egil á Bø starvast dagliga sum stjóri á Heilsutrygd, sum hevur høvuðssæti í Klaksvík og av og á sunnudagar er hann eisini klokkari í Norðskála kirkju. Egil er føddur 2. apríl 1974.

-Eg gjørdist klokkari, tí kirkjuni manglaði klokkara. Hetta var um tað mundi, tá fasti klokkarin í mong ár, Magnus Hansen gjørdist sjúkur og doyði, sigur Egil á Bø.

-Eg eri ættaður úr Hvalvík og eftirnavnið á Bø stavar frá Vík ella Haldórsvík. Abbi mín, Hans Pauli á Bø var handilsmaður í Haldórsvík, sigur hann.

-Konan er ættað av Oyrabakka og tað passaði okkum væl, at seta okkum niður í Sunda kommunu. Vit hava bygt á Norðskála. Tá ið vit fluttu, hendi rættuliga nógv í kommununi og tað var eisini viðvirkandi til, at vit settu okkum niður her.

-Tað var eisini spennandi at flyta í eina kommunu, har nógv fólk á okkara aldri høvdu búsett seg og viðurskiftini við barnagarði og skúla vóru eisini í lagi, sigur hann.

-Tað passaði mær væl at vera avloysari sum klokkari. Eg sigi sum oftast ja, tá ið eg verið biðin, tað liggur sum oftast fyri.

Sum ungur var Egil á Bø kendur fótbóltsspælari og spældi í EB/Streymi. Nú sparkar hann eitt sindur og er eisini fótbóltsvenjari.

-Vit hava fingið trý børn og enn er onki barnabarn komið, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.