Skriva út

Eghild Poulsen

Eghild Poulsen
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eghild er ættað úr Syðrugøtu og er uppkallað eftir einum mammubeiggja, sum kallaðist Egil, og sum fórst við Stel Argus í 1958. Eghild er fødd 2. desember 1960.

-Vit fluttu til Kunoyar í 1992. Maður mín, Helgi Poulsen, er ættaður úr Kunoy. Eg hugsaði ikki so nógv um at flyta.Vit áttu hús í Gøtu og búðu har í sjey ár. Eg hugsaði, at tað er gott fyri børn at vaksa upp á bygd. Vit vóru millum tey fyrstu, sum bygdu, aftaná at tunnilin var komin, sigur Eghild Poulsen.

-Eg arbeiði í Havn í Havn á psykiatriska deplinum sum heilsurøktari. Vit eiga tveir dreingir og fýra barnabørn. Og so eri eg partvíst uppkallað.Yngsta ommudótturin eitur Róhild, hon er fødd í 2008.

-Eg kom í kirkjuráðið í 1992 og havi verið formaður síðan 2001. Í dag eru vit vælmannaði í kirkjuni. Tá ið eg tók við, var ein deknur, ein klokkari og ein organistur og soleiðis hevði tað verið leingi. Síðan byrjaðu vit spakuliga at fáa fleiri uppí. Eru vit fleiri, eru fleiri herðar at bera. Hetta hevur riggað stak væl og tá fólk eru virkin í kirkjulívinum, kenna tey størri ábyrgd. Tað hevur als ikki verið trupult at fáa kirkjutænarar og einasta útskiftingin er, um onkur flytur úr Kunoy, sigur Eghild Poulsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.