Skriva út

Edvard í Skorini Joensen

Edvard í Skorini Joensen
klokkari
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Edvard er føddur á ólavsøku og ólavsøkan hevur órógvað hansar føðingardag, so langt aftur hann kann minnast. Edvard er føddur 29. juli í 1956 og trein barnaskógvarnar á Eiði, áðrenn vaksna lívsferðin byrjaði og hon hevur fyri ein stóran part gingið fyri seg í Havnini og í Sandavági.

-Eg var klokkari í Vesturkirkjuni í árunum 1993-1995. Hetta kom seg soleiðis, at eg byrjaði við at syngja við orgulinum. Eg eri kirkjufólk burtur av og eri vanur at ganga í kirkju so langt aftur eg kann minnast.  Signar Dam var einsamallur klokkari, saman við Johan Gaard Joensen og tá eg kom upp í, fóru vit at skiftast at ansa eftir klokkuni, eg og Signar annað hvørt vikuskifti og Johan mitt í viku, sigur Edvard Joensen, sum hevur livað eitt fjølbroytt lív. Hann hevur verið tollari í mong ár, síðan hevur hann lisið til journalist og hevur starvast í føroysku miðlunum og seinastu árini hevur hann verið á Fiskaaling, har hann hevur ábyrgd av at telja lýs á alifiski. Tað er eitt starv, sum umboðar nógvar pengar. Er ov nógv lús, trívist fiskurin ikki og alivinnan gevur minnið. Lúsaeftirlitið hevur stóran týdning fyri alivinnuna, sigur Edvard í Skorini Joensen.

-Sum klokkari í Vesturkirkjuni passaði eg klokkuna og hongdi sálmanummur upp. Har vóru eisini nógvar jarðarferðir. Eg haldi, at eg var bara uppi í torninum einar tvær til tríggjar ferðir. Ringingin er automatisk. Talan er um hægsta bygning í Føroyum, 42 metur er upp til tornið, har eru eins nógvar trappur upp og í Gásadali, sigur hann og sipar til burturlopnu trappuna oman á lendingina.

-Eg hevði eisini nakað við kirkjuna at gera á Eiði sum smádrongur. Abbi mín, sum eg eri uppkallaður eftir, var klokkari. Vit dreingir plagdu at sleppa við og vit sluppu at kima, sigur hann.

Edvard býr í Sandavági saman við konuni Einu.

-Eg og fyrra konan eiga tvey børn og frá Einu havi eg fingið trý gávubørn. Nú eiga vit fimm børn og fýra barnabørn.

-Eg havi ikki heilt slept kirkjuni enn. Eg eri kirkjusangari í Sandavági, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.