Skriva út

Edvard Hermanson

Edvard Hermanson
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg var deknur í Hósvík í nítiárunum i farnu øld og sat eisini í kirkjuráðnum tá. Vit vóru tríggir deknar, Men sum 11 ára gamal royndi eg meg eisini sum klokkara, tó undir heilt øðrum umstøður. Christian 10 doyði og tá var ringt ein heilan tíma tvær ferðir um dagin, fyri at syrgja kong. Hetta var í 1946, sigur hann. Og Edvard er føddur 11. mars í 1935.

-Kirkjutænanarnir skiftust um at ringja tá og abbi var deknur. Hann var forrestin deknur í samfull 50 ár. Ongin vildi forlissa arbeiði av hesi ólukku sorgarringing og tí slapp eg fram at. Vit ringdu hálvan tima klokkan 10 og aftur klokkan 18 og hetta vardi í nógvar dagar, sigur Edvard, sum eisini minnist, at tað varð ringt messuboð og til skriftarmál.

-Her var danskur lestur lisin tá ið eg var smádrongur og síðan føroyskir so smátt. Ein um mánaðin kanska. Teir donsku vóru langir og keðiligir.
Edvard flutti sum ungur til Havnar at búgva.

-Tað eru longu 30 ár síðan eg flutti aftur til heimbygdina og tá hevði eg búð í 30 ár í Havn og nú fær man ikki doyð, fyrr enn kirkjan er liðug sigur Edvard, sum júst hevur rundað tey áttati, meðan kirkjan stendur óbrúkt sum eitt byggipláss.

Edvard kann hyggja aftur eitt langt og hendingaríkt lív. Og tað hevur eisini havt eitt sindur við hvalaveiðu og hvalavinnu at gera. Vit áttu seinasta hvalabát í landinum. Og eg var eisini við at gera bygningin við Áir, sum Dugni heldur til í í dag Hesin bygningur skuldi nýtast til skrivstovu, køk og matstovu og til at hýsa fólki. Á hvalastøðini við Áir var føst manning til dagliga raksturin. Og teir búðu í barak og eini bestýrarahús vóru eisini. Men tá ið lossing var, var brúk fyri meira fólki, heilt upp í 60 onkuntíð og hesir komu mest úr Kollafirði.

-Lívið hevur verið gott. Tíðirnar eru nógv broyttar í míni tíð. Barnaárini vóru øgiliga nógv merkt av at havnasluppin “Nólsoyggin” fórst við millum annað 10 hósvíkingum umborð. Hetta hendi árið fyri, sum eg var føddur. Hetta legði ein køvandi stemmning yvir bygdina og gleðin hvarv. Alt var synd og vit sluppu at telva. Men kortspæl varð ikki dámt og her var ongin barnadansur í mong ár.

Edvard er giftur við Jonhild úr Leynum og tvey eina tveir synir og eina dóttir og barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.