Skriva út

Dorthea Joensen

Dorthea Joensen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dorthea er deknur í Kollafjarðar kirkju, hon er bóndi á Signabøgarði, og hon starvast á skrivstovuni á Búnaðarstovuni. Hon er kona og hon er mamma.  Soleiðis kann lívið setast inn í rammur og í millum rammurnar eru hon eitt livandi menniskja og full av orku til at bjóða lívinum av. Dorthea er fødd sjeynda august í 1968.

Um tað kirkjuliga og Dorteu er at siga, at táverandi kirkjuráðsformaðurin Annfinn Dam ringdi og segði, at ein deknur hevði sagt upp.

-Eg hugsaði meg um í eina viku og prátaði um tað heima. Babba segði, at tað kundi mann ikki siga nei til og so var tað avgjørt. Eg havi verið glað fyri at hava verið kirkjutænari. Eg havi eisini nakað at liva upp til. Dorthea kemur úr griskum og merkir guds gáva, sigur Dorthea Joensen.

-Eg droymdi um at gerast prestur sum ung, nu eri eg deknur. Tað er stuttligt at lesa ein 50 ára gamlan tekst, sum passar til mín. Vit eru fýra deknar sum lesa ein mána ísenn og kemur okkurt í vegin, so býta vit okkara millum.

-Eg eri bóndi og vit búgva á røttu síðuni á fjørðinum. Vit fóru í kirkju við báti og løgdu at á Sjóvarkei og eftir gudstænastuna fóru vit suður undir Síðu at hyggja eftir seyði frá báti. Vit eru tvær systrar, eg eri tann eldra og tí eri eg bóndi. Maður mín, sum er ættaður av Eiði, hevur eisini áhuga í bóndahaldi og er virkin á garðinum. Vit eiga trý børn. Elsta verður ikki bóndi og yngsti sonurin er sjómaður. Miðlingadótturin hevur stóran áhuga i rossum, føroyskum rossum.

-Vit høvdu mjólkineyt fram til 2006 og nú hava vit níggju føroysk ross. Styttsta lýsingin av einum føroyskum rossi er, at tað hevur tillagað seg náttúruni og er í ætt við gamla føroyska rossið. Okkara rossaætt er úr Mykinesi.

-Signabøgarður gongur aftur til miðøld og hevur verið í familjuni síðan í 1400 talinum. Tá setti Signa úr Kaldbak seg niður á Signabø. Áðrenn var hetta ein partur av haganum í Kaldbak. Hon giftist við einum húskalli hjá pápanum og saman setti tey seg niður í hesum óbygda staði. (Samrøðan var gjørd í september 2015.)

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.