Skriva út

Dion Lagfoss

Dion Lagfoss
klokkari
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dion eitur eftir eini fastur í Skúvoy, sum doyði av krabbameini. Dion er hálvur skúvoyingur og hálvur sandvíkingur. Hann er giftur og búsitandi í Sandvík, har hann eisini er klokkari. Dion er føddur 2. mars 1948.

-Pápi var úr Skúvoy, harav eftirnavnið, sum er ein fossur í Skúvoy. Mamma var úr Sandvík. Eg kom nógv til Skúvoyar sum smádrongur. Teir fingu meg ikki til bjargamann. Har var nógvur fuglur, minnist eg.

-Her manglaði ein klokkari, og eg hevði interessu fyri kirkjuni. Eg havi verið klokkari í nøkur ár. Mín søga frá arbeiðslívinum líkist so mongum øðrum. Eg fór til skips sum 15 ára gamal og fór á skúla sum 30 ára gamal. Tók fyrst skipara og síðan stýrimann og fór út at sigla í handilsflotanum. Fyrst í nøkur ár við gassbáti og síðan frystifarmaskipi. Mær dámdi væl at sigla, men var ringur av sjóverki. Eg havi eisini verið við trolara av Tvøroyri, úr Vági og eisini norskum trolara. Man tjenar meira at sigla við norskum skipum.

-Heima havi eg nakrar fáar seyðir. Eg legðist uppi fyri 9 árum síðani og fór at starvast i alingini. Men eg fekk blóðtøpp. og læknarnir siga, at eg slapp væl burtur úr tí. Eg eri tó ikki sami maður, eri ógvuliga troyttur mangan. Konan, Louisa, er úr Sandvík. Vit eiga eina dóttir og ein son. Eg eri eisini abbi at tveimum børnum, drongi og gentu, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.