Skriva út

Debes Andru Christiansen

Debes Andru Christiansen
klokkari
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg eri føddur og uppvaksin í Hvannasundi og her verið eg verandi. Hetta er besta stað á jørð ella her er ógvuliga gott at vera.” Orðini eigur Debes Andru Christiansen, sum er klokkar í Hvannasunds kirkju. Hann er føddur 19. februar 1966.

-Tað liggur í familjuni, ella í hvussu er eitt sindur at vera kirkjutænari. Mammubeiggi mín Jústinus Poulsen hevur verið organistur og klokkari leingi. Sjálvur byrjaði eg sum klokkari í 1992 og havi verið síðan Jógvan, prestur og nú bispur bað meg. Vit eru tríggir klokkarar, sum skiftast, sigur Debes Andru Christiansen.

-Eg eri timburmaður. Eg sigldi sum ungur við Borðoyarnes í New Foundlandi og eisini  undir Føroyum, men sjóverkurin bleiv við at spæla mær eitt puss, so eg fór í land. Eg havi síðan arbeitt sum timburmaður. Eg fór at læra til timburmann í 1988 og tað hevur verið eitt gott arbeiði, sigur hann.

-Eg havi verið virkin andaliga síðan eg var 17 ára gamal. Tað hendi á einum ungdómsmøti og eg eri virkin í sunnudagsskúlanum. Annars eri eg røktingarmaður í Krossdali og gangi nógv í fjøllunum, tað dámar mær væl.

-Konan eitur Ingibjørg Fuglø Christiansen og hon er úr Norðdepli. Vit hava fingið fimm børn, tveir dreingir og tríggjar døtur. Vit hava fingið fleiri barnabørn. Vit upplivdu ta stóru sorg, at eina dóttir okkara doyði í 2012 einans 16 ára gomul. Meðan hesin sorgarleikur fór fram kendi vit rættuliga fløvan frá  bygdafólkinum, vit fingu stóran stuðul og øll bygdin var lamin av sorg, sigur Debes Andru Christiansen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.