Skriva út

Dávur Johansen

Dávur Johansen
klokkari
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Dávur Johansen var klokkari í Hvalvíkar kirkju í eitt ár og gavst fyri tveimum árum síðani. Hann er føddur 3. august 1979.

-Eg fór til skips og tað var ikki foreiniligt við at ringja í kirkjuni, og tí var eg noyddur at gevast.

-Eg veit ikki, man gongur ov lítið í kirkju og mær dámdi at ringja, og samstundis var eg í kirkju, tað var gott fyri meg.

-Eg helt, at tað var hugnaligt at fara í kirkju klokkan 10 sunnumorgun at klokka, sum vit taka til her hjá okkum. Tað er gomul siðvenja hjá okkum at ringja og tað skal gerast á ein bestemtan hátt. Petur Zachariassen, sum hevur drúgvar royndir sum klokkari, legði mær lag á.

-Sunnudag steðgi eg á í kirkjuni. Tá er einki annað vas og tað er gott fyri meg.

-Eg lærdi til radiomekanikara og var liðugur í 1998. Síðan arbeiddi eg átta ár sum radiomekanikari og áðrenn eg skifti til at vera elektrikari. Næsta skiftið var, at eg fór uppá maskinskúla. Eg sigldi í hálvt annað ár, men sjólívið var ikki akkurát nakað fyri meg. Eg hevði ringt við at sleppa av við sjóverkin og mær dámdi heldur ikki at vera so nógv burtur frá familjuni.

Konan eitur Malan Johansen og tey eiga tvær gentir. Onnur er sjey og hon er trý ár. Dávur starvast í dag sum verkførari hjá Bilasøluni. (Samrøðan er gjørd á sumri 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.