Skriva út

Dánjal Martin Hansen

Dánjal Martin Hansen
klokkari
Elduvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánjal Martin er álitismaður í Elduvík. Hann er føddur 7. oktober 1948 og hann mannar bæði sessin sum kirkjuráðsformaður og so er hann eisini ein av klokkarunum og klokkari hevur hann verið leingi. Fyri Dánjal Martin er kirkjan andaligi heimstaðurin og tað hevur hann ongar ætlanir um at broyta.

-Eg eri doyptur í Oyndarfjarðar kirkju í sama vatni sum Jonhard Berg í 1948. Tá var ongin kirkja í Elduvík, hon varð bygd í 1952. Eg ringdi fyrstu ferð jólamorgun 1988 og havi verið klokkari síðan. Og hetta var beint eftir at tiltikna ódnin hevði rist í okkara lítla land og nógvir skaðar vóru kring landið.

-Eg havi havt stóra gleði av at vera kirkjutænari. Eg avloysti Anfinn Clementsen og nú skiftast vit.

-Eg arbeiddi í Havn um hetta mundið og Katrina Clementsen, Katrina hjá Kalla var formaður í kirkjuráðnum og hon ringdi til mín og bað meg til klokkara. Eg segði nei við Kartrinu, tí eg hevði arbeiði í Havn. Seinni gjørdist Malevinus Reyná kirkjuráðsformaður og tá vóru umstøðurnar hjá mær betri og eg tók av klokkarastarvinum.

-Eg lærdi til bygningssnikkara á Klaksvikar Byggivirki. Eg var glaður fyri at læra og tók sveinaprógv 1. april 1965. Eg arbeiddi tó ikki so nógv sum bygningssnikkari. Eg arbeiddi seks ár hjá Waagstein í Havn, har var nógv arbeiði.

-Tá ið Skála Skipasmiðja var í velmaktini arbeiddu millum tíggju og tjúgu fólk úr kommununi á Skála og kommunan fevndi um Elduvík og Funningsfjørð. Tað er trist i dag at síggja at bygdin doyr út.

-Eg búgvi í barndómsheiminum í Áarstovu. Foreldur míni vóru Hans Sofus úr Áarstovu og Signhild, sum var ættað úr Hattarvík. Pápi gjørdi eisini tænastu í kirkjuni sum klokkari. Eg eri hálvur elduvíkingur og hálvur hattvíkingur ættmessiga. Heilt einsamallur eri eg ikki og tað koma vit ikki nærri inn á, sigur Dánjal Martin smílandi.

Dánjal Martin er jarðareigari og hevur 14 áseyðir og kjøt í hjallinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.