Skriva út

Dánial Eli í Hjøllum

Dánial Eli í Hjøllum
organistur
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánial Eli í Hjøllum var lærari í skúlanum á Kirkju í árunum 2001 til 2007. Og hesa tíðina var hann eisini kirkjutænari og mannaði urguna. Dánial Eli, sum er føddur 2. oktober 1947, er ættaður av Toftum, har hann býr tí dag.

-Fyrsta árið eg var lærari á Kirkju var Ola Jacobsen organistur. Eg avloysti hann við at syngja fyri, hann doyði í 2002. Tá setti eg meg við urguna og fór at spæla. Eg hevði lært at spæla orgul, sigur Dánial Eli í Hjøllum.

-Seinastu árini høvdu bara verið vikarar í Fugloy og Mentamálaráðið heitti á meg um at fara út av vera lærari í skúlanum á Kirkju, har børnini í báðum bygdunum gingu. Eg havi persónligar fyrimunir av arbeiða í avbyrgdum bygdum. Eg venji meg skjótt við nýggj støð, leingist ikki og hevði tí ongar trupulleikar af flyta til Fugloyar. Eg luttók í bygdalívinum og passaði seyð og neyt, sigur hann.

-Tey fyrstu trý árini búði eg í húsunum hjá Jenny Lydersen og Selmar Jacobsen. Seinnu trý árini búði eg í einum gomlum húsum. Eg hevði tríggjar næmingar og umframt vanliga frálæru, lærdu børnini at spæla guitar og annað, sigur hann.

-Skúlin mátti lagast eftir veðri og umstøðum. Um hetta mundi vóru 17 fólk á Kirkju og seks í Hattarvík. Eg tók eisini móti tyrluni og Másanum, sigur hann.

-Vit hildu gudstænastu hvønn sunnudag. Vanliga varð lisin lestur og av og á kom viðareiðisprestur Elsa Funding at halda gudstænastu.

-Eg átti ein pápabeiggja, sum kallaðist Svend. Hann spældi harmoniku og hann gav mær fyrstu frálæruna á tangentum. Síðan fór eg sum hálvvaksin til Havnar at ganga á studentaskúla og tá búði eg í KFUM. Har búði tónasmiðurin Knút Olsen um tað mundi, hann spældi orgul og mandolin og hann dugnaði mær. Tá íð eg seinni fór til Danmarkar á seminarium fekk eg klaverundirvísing og eisini frálæru í orgulspæli.

Dánial eigur fýra synir. Tað er vorðið til 10 barnabørn, átta dreingir og tvær gentir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.