Skriva út

Dagny Højgaard

Dagny Højgaard
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dagny Højgaard hevur seinastu árini búð á Tvøroyri, har maður hennara Jógvan Højgaard hevur verið trúboðari og hon sjálv lærari. Men hon hevur eina fortíð sum deknur í Glyvra kirkju. Dagny er fødd 7. juli 1971 og er uppvaksin á Skála, har foreldur hennara vóru lærarar. Pápin á Skála og mamman í Stranda skúla.

-Tað var Martin Olsen í Grund, sáli úr Søldarfirði, sum bað meg til dekn. Eg var akkurát uppá vegin við fyrsta barninum og var júst liðug útbúgvin sum lærari og segði, at eg kundi ikki rættuliga vera deknur. Men kirkjuráðsformaðurin tosaði meg til sættis og eg tók av. Og tað hendi nógv hesi ár. Eg átti fýra av mínum fimm børnum í árunum 1996-2002, sigur Dagny Højgaard.

-Tað var gott at vera kirkjutænari á Glyvrum. Har var gott samanhald. Kirkjutænararnir plagdu at savnast til ein drekkamun, og tað saman sjóaði okkum. Vit vóru tríggir deknar, Leivur Højgaard, Leivur í bankanum, Hans á Bakka og eg. Presturin Meinhand Bjartalíð hevði eisini ein týðandi leiklut í trivnaðinum. Hann hevur tilført kirkjuni nógv nýtt og gott og serliga innan tónleikin og sangin, sigur hon.

-Á Glyvrum var eg deknur, fekk lykil, tendraði ljós, skrivaðu í bøkurnar, hvussu nógv vóru í kirkju og nevndi eisini hvussu veðrið var, sum siður er í Glyvra kirkju. Vit fingu peningaliga samsýning fyri at vera deknar, minnist eg, sigur hon

Í 2006 hendi eitt skifti í lívinum hjá Dagny. Maðurin fekk starv sum missionerur á Tvøroyir og tey fluttu suður.

-Vit giftust í 1993 inn hjá verforeldrunum og vórðu búgvandi har í 13 ár, hóast vit í mínum hugaheimi bara skuldi vera har eitt skiftið. Men so fluttu vit til Suðuroyar og skjótt eftir høvdu vit keypt hús á Tvøroyri.

-Maður mín var missionerur fulla tíð tey fyrstu sjey árini. Men honum longdist aftur til sítt gamla fak og í dag er hann hálva tíð missionerur og hálva tíð rørleggjari, eina viku í hvørjum starvi ísenn. Eg fekk eisini rættuliga skjótt starv sum lærari. Eg eri lærari í Hvalba og havi verið har alla tíðina. Og tað hevur ikki havt týdning, at eg var sett í starv fríggjadagin tann 13. februar í 2006. Vit eru enn ikki vorðin omma og abbi, sigur Dagny Højgaard.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.