Skriva út

Claus Højgaard

Claus Højgaard
deknur
Rituvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Claus hevur nakað vinsælt yvir sær. Vit sita inni í kór í lítlu skrivstovuni hjá presti og práta og vit eru í kirkjuni í Rituvík, sum stendur sum ein annar katedralur niðri á Bakkanum, størri enn vanligar kirkjur til støddina av bygdini og tað búðu eisini fleiri fólk í Rituvík fyrr, enn tey gera i dag, hóast bygdin ikki enn hevur fingið tað avtoftandi lagnuna, sum so nógvar aðrar bygdir í landinum, ið um eitt ættarlið eru tómar.

Claus er eitt danskt navn og tað er mamman Lis, sum er ættað úr Skagen, sum er upprunin til navnið. 

    -Eg havi hildið tað verið keðiligt at eita Claus, tí fólk eg ikki kenni, vita ikki, um tey skulu snakka føroyskt ella danskt við meg. Men eg sigi tykkum øllum, eg eri føroyingur, sigur Claus. Hann búði tey fyrstu fimm árini niðri og síðan fluttu tey til Rituvíkar. Claus er føddur 27 oktober 1967. 

    -Pápi, Magnus Højgaard, hevur verið deknur í mong ár, so eg veit, hvat tað er at hava dekn í húsinum. 

    -Eg byrjaði sum deknur í desember í 2014. Tað var kirkjuráðsformaðurin Helgi Olsen, sum var eftir mær og eg segði, at eg skuldi prøva, eftir at hava fingið eitt sindur av umhugsanartíð og eg havi ikki angrað. Eg geri mær stóran ómak at fyrireika meg. Tað er stórur munur á at vera í kirkju sum kirkjugangari og at vera í kirkju sum tænari. Tá eg eri vanligt kirkjufólk, tá er alt gjørt, áðrenn eg komi í kirkjuna. Eg seti meg bara niður at lurta. Tá ið eg eri kirkjutænari havi eg ábyrgd og skal syrgja fyri, at alt er klárt. Eg eri onkuntíð nervøsur, tá ið eg skal lesa, men ongantíð so mikið, at tað bilar, sigur Claus Højgaard.

Claus hevur í mong ár arbeitt á einum sambýli fyri autistar í Runavík. Hann hevur eisini fingið eina útbúgving, sum serliga er smíðað til at vera um autistar. 

    -Eg havi lært meg at hugsa sum ein autistur. Ein autistur hugsar ógvuliga konsentrera og hann hevur ilt við at síggja eina heild. Tingini skulu helst ganga fyri seg á sama hátt altíð og endiliga ikki for skjótt.

Claus er giftur við Jensu Højgaard og hon er ættað av Lambareiði. Tey eiga tvær vaksnar døtur og ein hálvvaksnan son og eitt barnabarn er eisini komið. Tey búgva í Rituvík.