Skriva út

Claire Thomsen

Claire Thomsen
organistur
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Claie kom til Føroya í 1983. Hon hevði fingið starv sum musikklærari. Hon er ættað úr Onglandi. Hon minnist, at hon fylgdi við av flogvøllinum, umborð á ferjuna og til Vestmanna og tá ið ferjan hevði lagt at í Vestmanna, helt hon seg vera í Havn.

-Fyrstu jólini vildi eg fara heim, men so hugsaði eg, lat meg royna eitt ár. Og so møtti eg Poul Jákup og alt broyttist og eg eri her enn, sigur Claire, sum er fødd 3. juni 1958.

-Hetta var áðrenn musikkskúlin var settur á stovn, og vit byrjaði við einum royndarári. Nú hevur skúlin 34 ár á baki. . Føroyingar duga væl at syngja og musikkskúlin hevur latið upp fyri ljóðførunum og krúnan er symfoniorkestrið. Í dag er tað natúrligt, at ung ganga við einum ljoðføri í býnum. Tað er eins natúrligt og ein skúlataska.

-Fyrstu ferð eg spældi í kirkju her í Sandoynni var í Skopun. Eg fekk at vita aftaná, at eg spældi ov skjótt. Fekk boð um at spæla meira seigliga. Nú havi eg spælt ofta í Skopun.

-Eg havi verið glað fyri at búgva í Føroyum og trívist eisini í Sandoynni, her eg eri musikskúlalærari. Eg vænti, at eg verið búgvandi her, havi eitt gott lív her og her er gott hjá børnunum at vaksa upp. Vit eiga tvey vaksin børn og eitt barnabarn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.