Skriva út

Christian Christiansen

Christian Christiansen
klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Christian er maskinmeistari við Rituni og hann er helst tann kringasti at passa kranan á bátadekkinum á Rituni, tá íð bilar og annað góðs verður hivað upp á land, tað verið seg í Svínoy ella í Fugloy, har brimpláss er í báðum støðum. Og umframt at vera kringur við krananum í rulli, hevur Christian eisini verið klokkari í kirkjuni á Kirkju. Christian er føddur 9. mai í 1978.

-Eg eri uppkallaður eftir abba mínum Christian Norðuri í Stovu á Kirkju. Hann doyði fyri 20 árum síðani. Sambandið við kirkjutornið havi eg fingið gjøgnum abba. Eg var við honum í kirkju sum smádrongur. Eg plagdi at vera við, tá íð hann ringdi til heilagt. Tá íð eg fór burtur at ganga í skúla og til skips, plagdi eg at ringja, tá íð eg var heima í feriu.

-Eg havi siglt sum maskinmaður. Eg fór á Tekniska Skúla í Havn og síðan til maskinist. Eg arbeiddi eisini nøkur ár á landi. Mær dámar væl at arbeiða í einum maskinrúmi og eg eri uppvaksin við hesum arbeiðinum. Pápi hevur verið maskinmeistari á elekrtisitetsverkinum á Kirkju í mong ár og hevur ábyrgdina av, at Fugloyggin fær streym. Tá tú býr á einum avbyrgdum plássi sum í Fugloy, er neyðugt at tú dugir at umvæla maskinur. Her eru ongi verkstøð, sum standa og bíða eftir tær.

-Fyri meg er tað spennandi at sigla við Rituni, her eg eri uppvaksin. Ókyrra er nakað, sum vit fugloyingar fáa í blóðið. Eg havi verið í tíggju ár fast við Rituni og mær dámar tað væl.

-Eg keypti hús í Hvannasundi. Hetta komst av, at eg var til skips undir Føroyum og man visti ongantíð nær man fór avstað og tá ber ikki til at búgva í Fugloy. Eg havi verið við fiskiskipum, línubátum og rækjuskipum. Eg keypti hús, meðan eg var við Norðleivi úr Leirvík, serliga tá var tað óvist, nær man var heima. Eg eri ógiftur og havi onga familju sjálvur, sigur Christian Christiansen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.