Skriva út

Charlotta Thorsteinsson

Charlotta Thorsteinsson
deknur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Charlotta hevur verið lærari í Árnafirði í 29 ár og vanligt hevur verið, at lærara hava gjørt tænastu í kirkjuni. Charlotta, sum er fødd 5. august í 1954, hevur verið deknur. Men hon tók ikki við deknastarvinum, fyrr enn hon legði frá sær sum lærari.

-Eg var liðug sum lærari í 1978. Áðrenn hevði eg verið vikar í Haraldsundi frá 1971-1973 og so aftur sum útbúgvin lærari í Haraldsundi frá 1978-1980. Í 1980 fekk eg starv sum lærari í Árnafirði og var í hesum starvi í 29 ár. Eg var rættuliga ung, tá íð eg avgjørdi, at eg vildi vera lærari. Longu í realskúlanum visti eg hvørja leið eg skuldi ganga, sigur Charlotta Thorsteinsson.

-Eg havi verið skóti í 50 ár og sum skóti lærir ein at standa fram. Eg havi havt stóra gleði av skótaarbeiðinum, sigur hon.

-Sum lærari í Árnafirði hoyrdi eg undir skúlan í Klaksvík og eg var einalærari í Árnafirði í mong ár. Síðan hevði eg eisini tímar í Klaksvík.

-Eg eri ikki vorðin kirkjutænari í Árnafirði fyrr enn eg gavst sum lærari. Vit eru tveir deknar og vit skiftast, tvær vikur í senn, sigur hon.

Charlotta er gift við John Thorsteinsson og tey eiga trý børn. Tveir synir og eina dóttir. Tá ið hendan samrøðan varð gjørd í 2018 var eitt barnabarn komið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.