Skriva út

Carl Fritz Joensen

Carl Fritz Joensen
deknur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Trøini vaksa ikki inn í himmalin og tey eru ávegis hjá Carl í Søldarfirði. Hann er ein kendur maður í Eysturoynni fyri sínar grønu fingrar, og hevur enntá fingið sjáldsom trø sum bambus at vaksa í Føroyum, tey eru spíraði sjálvi og kunnu tí kallast føroyskt. Og Carl arbeiðir eisini í andaliga aldingarðinum, hann er deknur í bønhúsinum og tænir Gudi har sunnudagar.

-Eg eri føddur og uppvaksin í Leirvík. Eg eri føddur sætta september 1940. Eg lærdi til snikkara í Klaksvík í árunum 1958-1962 og síðan fór eg beinaleið at læra til byggifrøðing og fekk prógv í 1965. Tá fór eg at arbeiða hjá landsverk og var har í samfull 20 ár, fram til 1985, sigur Carl Fritz Joensen. Carl var millum annað við at stinga oyndfjarðarvegin út.

-Kona mín Jónvá er uppvaksin í Søldarfirði og tá vit skuldu avgera, hvar vit skuldu seta okkum niður, var ikki nógv ivamál. Fyri meg var Søldarfjørður eitt sera høgligt pláss og fyri konuna var hetta eitt paradís, tí hon hevði heilt onnur bond til bygdina. Mamma hennara var úr Søldarfirði. Hon er ættað úr Klaksvík, sigur hann.

-Eg havi altíð havt tætt tilknýti til kirkjuna. Vit byrjaðu beinanvegin, vit fluttu, at koma í bønhúsið. Eg læs onkuntíð longu í sjeytiárunum. Bønhúsið er missiónshúsið og er gjørt um til bønhús, við altari. Hetta var fyri tað mesta bara ein navnabroyting, tí virksemið er mest sum tað sama, burtursæð frá gudstænastuni og altargongd við presti, sigur hann.

-Í fyrstuni varð gudstænastan hildin í skúlanum. Eitt langt skifti var Óli lærarin, deknur og eisini Victor Danielsen var deknur, frá 1912 og fram til 1920, tá ið hann skifti til Brøðrasamkomuna. Clara var bæði deknur og organistur í bønhúsinum í mong ár.

-Eg taki deknastarvið alvorligt og má lesa uppá fleiri ferðir, áðrenn eg fari i bønhúsið. Eg lesi framvegis onkuntíð, men nú er longri í millum, tí eyguni eru farin at bila.

-Fleiri halda meg vera í ørviti við øllum trøunum, sum vaksa í havanum. Men tað er mítt stóra hobby. Har eru yvir 50 trøð, sum eru sprottin næstan úr ongum, og eg havi stóra frægd at ganga í millum tey og ansa teimum, sigur hann.

Jónvá og Carl fingu fimm børn, tríggjar dreingir og tvær gentir og tað er vorðið til 12 barnabørn og eitt langbarnabarn. Tað er ikki bara í urtagarðinum tað veksur hjá Carl.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.