Skriva út

Búi Holm

Búi Holm
klokkari
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Búi Holm er havnarmaður, og hann er giftur í Bø. Her hevur hann bygt og her fer gerandisdagurin fram, tá ið hann ikki er til arbeiðis.. Hann er timburmaður og hann hevur sjálvur bygt húsini, sum eru fyrstu húsini niðanfyri vegin tú kemur til, tá íð tú koyrir úr Sørvági og út til Bíggjar. Og hann er júst vorðin klokkari í kirkjuni. Búi er føddur 21. juni 1974.

-Eg eri havnarmaður, men eg var rættuliga nógv í Norðadali sum barn og ungur. Mamma mín er úr Norðadali, hon er dóttur Viggo Lutzen bónda. Og tað er kanska júst slektskapurin til Norðadals sum hevur ført við sær, at eg havi havt stóran áhuga í rossum alt lívið og havi tað enn, sigur hann.

-Eg eri giftur við Tóru Holm Petersen og eg flutti vestur í árunum 1997-1998. Vit eiga fýra børn. Vit hava bygt húsini í føroyskum sniði, nýtt enntá eitt sindur av rekaviði. Eitt nú hevur skyldmaður, snikkarin í Dali, Bødvard, gjørt køkin, har hurðarnar eru úr rekaviði. Eg havi fingið rekavið á Víkum. Tað er eitt serligt tilfar at arbeiða við, sigur hann.

-Eg havi ikki verið tann trúgvasti kirkjugangarin og eg var heldur ikki tann sum barn, sum fekk flest stjørnur í sunnudagsskúlanum. Hetta kemst av mínum áhuga til ross, tú er við rossunum sunnudag og tað kappast við tað andaliga. Tróndur Niclasen, klokkari, heitti á meg um at gerast klokkari og eg segði ja. Eg hugsaði, at á hendan hátt gerist eg størri partur av kirkjulívinum, sigur hann.

Búi smíðar dagliga og í frítíðini fæst hann við seyð, hann røktar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.