Skriva út

Brynjolvur Ellingsgaard

Brynjolvur Ellingsgaard
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Brynolvur er eiðismaður, sum er fluttur á Norðskála at búgva. Konan er ættað av Norðskála. Hann er eisini klokkari, tað hevur hann verið seinastu tíðina. Og so eru hansara tankar munandi meira niðri á botni í Sundalagnum frá brúnni og suður Tangafjørð og onkuntíð eitt sindur inn í Kalbaksfjørð, enn hjá fólki flest. Hann er eisini hummarafiskimaður.

-Eg havi verið klokkari í knappliga eitt ár, síðan november 2014. Og eg hevði als ikki roknað við, at eg fór at gerast klokkari. Eg eri valdur í kirkjuráðið og ongin hevði tíð at vera klokkari, tú veit um summarið hvussu ítrótturin forstýrar alt. Eg hugsaði, at eg eri í kirkju allíkavæl og so kann eg akkurát tað sama ringja, sigur hann. Brynjolvur hevur verið kirkjutænari fyrr. Hann hevur spælt urgu, sigur Brynjolvur Ellingsgaard

-Við urguspælinum var tað soleiðis, at skuldi eg fylgja við, var neyðugt at venja nógv og tað hevði eg ikki stundir til. Eg var eisini rættuliga tilkomin, og tá er ikki so lætt at læra nýtt. Nú eru tveir organistar, sum skiftast í kirkjuni, sigur hann.

-Eg havi verið sjómaður og umframt tað arbeitt á flakavirki í eini 20 ár. Og tá íð eg hyggi aftur á, so hevur púrt einki skil verið á, síðan øll flakavirkini vóru løgd í eitt felag eftir kreppuna ella undir kreppuni í nítiárunum. Tað var ein skeiv leið at ganga, sigur hann.

Tórbjørn flutti av Eiði, tá ið hann giftist. Hetta var seinasti í sjeytiárunum í farnu øld. Konan eitur Eyðbjørg av Norðskála og tey eiga tveir vaksnar synir og barnabørn.

-Við hummarafiskiskapinum er tað soleiðis, at tú skal læra teg at leggja til merkis. Eg havi tvey loyvi, men klári ikki at brúka tey fult út einsamallur. Betri var, um vit vóru tveir. Tú fær einki veður brúkt, tá íð tú er einsamallur. Er hann omanfyri seks metur um sekundið, tá ber ikki til. Vit høvdu kunna brúkt munandi verri veður, um vit vóru tveir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.