Skriva út

Brandur Petersen

Brandur Petersen
ljóðteknikari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Brandur Petersen hevur í 35 ár verið ljóðteknikari í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hann var tann fyrsti í starvinum og nú hevur hann lagt frá sær og er avloystur av Erik Biskupstø. Brandur er føddur 10. november 1959.

-Tað var útvarpið, sum setti seg í samband við kirkjuráðið og vildi hava mikrofonir uppsettar, soleiðis at gudstænastur kundu upptakast á band. Kirkjuráðið avgjørdi at spandera ein miksara við átta kanalum og ein spolabandupptakar og ein kasettubandupptakara. Hesa tíðina hevði eg nógv samband við Janus Mohr, sum arbeiddi í útvarpinum og vit ferðaðust kring Norðoyggjar og gjørdu upptøkur av gudstænastum, sigur Brandur Petersen.

-Eg var eitt sindur priviligeraður í kirkjuni. Eg hevði egna inngongd til studiið og ongin behøvdist at vita, um eg var í kirkju. Eg hevði gjørt alt klárt dagin fyri, og tá íð eg kom í kirkju hevði eg einans uppgávu, og hon var at trýsta á play og so annars hava eyga við tólunum.

-Vit sendu eisini beinleiðis frá gudstænastuni. Til hetta hevði kirkjan tvær telefonlinjur. Vit ringdu upp tvær ferðir til útvarpið. Tann lægri frekvensurin varð sendur á einari linju og tann hægri á hinari og síðan varð hetta sett saman í útvarpinum. Á hendan hátt kundu vit senda beinleiðis. Áðrenn hesa skipan varð gudstænastan tikin upp á band og send í útvarpinum seinnapart, sigur hann.

-Vit tóku brúðarvígslur upp á kasettu og brúðarparið fekk eitt eintak heim við. Kórsang tóku vit ikki upp tá. Eg havi verið glaður fyri hetta arbeiðið, sigur hann.

Brandur hevur upplivað meira mótgang enn tey flestu, men hann sigur, at hann hevur lært av øllum og er vorðin sterkari. Sum 12 ára gamal var hann fyri tí syndarligu vanlagnu at missa bæði foreldrini í eini ferðsluvanlukku í Fossá sunnanfyri Haldórsvík. Hetta var í 1971.

-Tað ávirkaði meg nógv at missa foreldrini, og tað var leingi at gerast heilur aftur. Eg fór til skips ov var við línubátum í fleiri ár, eisini langar saltfiskatúrar á Flemmish Cap. Mær dámdi væl sjólívið og ætlaði mær at halda fram, men so kom sjúka í vegin. Í fyrstuni hildu vit tað vera giktfebur, men seinni vísti tað seg at vera Morbus Bechterev. Tað førdi við sær nógva pínu og eg mátti gevast at sigla. Nú eri er rættuliga boygdur, men nú er sjúkan eisini steðgað, sigur hann.

-Eg varð umskúlaður við Áir og fór innan telduvinnuna. Eg havi í 26 ár undirvíst innan KT á Skúlanum við Áir og arbeitt á Com-data sum KT maður. Nú arbeiði eg hálva tíð hjá Nema og fyrr var eg har í fulla tíð. Eg var heppin, eg kom inn í telduvinnuna, tá íð hon byrjaði, sigur hann.

Brandur er giftur við Eyð Petersen úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar dreingir og hava fingið barnabørn eisini.

Myndatekstur: Brandu avmyndaður saman við einum abbasoni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.