Skriva út

Borghild Mohr Edvinson

Borghild Mohr Edvinson
organistur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Borghild situr við køksborðið í heimi hennara á Sandi. Gleðin yvir vitjanina hómast í hennara vakra andliti. Hon er í skrivandi løtu 88 ára gomul og er einsamøll í húsi. Maðurin doyði ungur, einans 66 ára gamal, hjartað orkaði ikki meira. Ein sonur býr á Sandi, hann siglur. Hini børnini búgva ikki í Sandoynni og hon hevur eitt langt lív at hyggja aftur á. Borghild er fødd 19. oktober 1929. Hon er langt av landi skotin frá heimstaðnum, ættað úr Soylu, úti við kirkjuna og heim hennara stendur norður móti Koytu norðuri í bygdini.
 
 -Eg havi spælt fast í kirkjuni á Sandi, síðan pápi doyði. Hann kallaðist Axel Mohr. Beiggi mín Mourits Mohr var elst. Hann var lærari og yrkti og skrivaði og hann hevði eisini áhuga í tónleiki. Tað var hann, sum eggjaði mær at spæla. Mamma fekk orgul sum ung, hon fekk tað frá beiggjunum og pápi hevur lært seg at spæla á tí orgulinum eisini.

-Eg havi verið leingi einsamøll. Maður mín Høgni Edvinson var einans 55 ár, tá ið hjartað gekk fyri. Vit fingu seks børn, nógv barnabørn og einki langbarnabarn enn. Eg havi trivist væl í hesum húsunum, sum vit bygdu.

-Tíðin gongur ójavnt og tað er ikki soleiðis, at eg eri einsamøll alla tíðina. Her koma fólk á vitjan og børnini eru røsk at vitja suður. Eg komi lítið út, gerið okkurt ørindi og vitji beiggja mín.

-Eg var heima, meðan børnini vóru smá og her var nógmikið at takast við. Tá ið eg hevði átt yngsta barnið, fór eg út at arbeiða fisk. Bara mann er tilfreds, so gongur alt. Eg haldi eg havi verið nøgd gjøgnum lívið. Nú gangi eg á 88 ári og dugi illa við tað. Tað er líka sum sinnið ikki ordliga fylgir við árunum. Eg havi altíð verð kvik, og tá ið eg gangi túr, er tað við eini hundans øði, soleiðis var pápi eisini, sigur hon smílandi.

Borghild eigur trý børn og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.