Skriva út

Bjartur Ólavson Dalsgarð

Bjartur Ólavson Dalsgarð
klokkari og deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjartur hevur havt samband við kirkjuna á Argjum, síðan grundarsteinurin varð lagdur. Og seinastu árini hevur hann sitið í kirkjuráðnum. Hann var formaður í fleiri ár. Nú hevur hann sagt seg frá, men hann slapp ikki so, hann er enn í kirkjuráðnum, nú sum skrivari. Bjartur er føddur 24. november 1948.

-Eg havi verið bæði klokkari og deknur. Eg var klokkari áðrenn 1983, tá stóð klokkan úti. Eg havi ringt í regnklæðum og í stormi.Hendan klokkan endaði í bønhúsinu má Hellunum. Eg var klokkari í umleið trý ár og seinni í áttatiárunum var eg deknur í eini fýra ár, sgur Bjartur Ólavson Dalsgarð.

-Eg arbeiddi innan trygging frá 1968 og fram til 1998. Eg var varastjóri á Tryggingarsambandi Føroya seinnu árini. Eg fór undir sjálvlestur í løgfrøði og síðan á Københavns Universitet, har eg tók prógv sum løgfrøðingur í 2003. Síðan havi eg arbeitt sum løgfrøðingur innan Arbeiðseftirlitið og í Vinnumálaráðnum  frá 2003-2017. Nú eri eg pensionistur, sigur hann.

Bjartur er giftur við Jonny, sum hevði gentunavnið Olsen. Tey eiga tvær døtur, onnur hevur lisið teologi og er prestur í Norra og yngra dótturin er tannlækni í Havn. Tey eiga fýra barnabørn.

-Míni foreldur og allur teirra umgangskredsur hevði eina relatión til kirkjuna. Vit gingu heim í Havnar kirkju áðrenn 1974, tá kirkjan kom á Argjum. Eg eri góður við kirkjuna og havi ein persónligan holdning til trúnna, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.