Skriva út

Bjartur Fonsdal Johannesen

Bjartur Fonsdal Johannesen
organistur
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjartur Fonsdal Johannesen gevur íverksetanum og orgullæraranum Suna Kristiansen, organisti í Skála kirkju, heiðurin fyri, at hann í dag er organistur í Skála kirkju. Ikki bara hann, men nógvir aðrir organistar eisini. Bjartur er føddur 22. mai 1983 og er uppvaksin á Skála.

-Suni royndi at fáa meg og Hans Thomsen at spæla. Vit byrjaður við eftirspælinum, postludium. Hetta gjørdu vit eina tíð, har vit skiftust og síðan byrjaðu vit at spæla sálmar. Eg gekk í sjeynda flokki, tá íð eg fyrstu ferð spældi til eina heila gudstænastu og tað var fantastiska eggjandi fyri meg, sigur Bjartur Fonsdal Johannesen.

-Eg lærdi at spæla klaver í musikkskúlanum á Skála, tá ið eg gekk í barnaskúla. Har lærdi eg nótarnar. Foreldur míni vóru virkin í missiónshúsinum og har spældi eg eisini til møtir. Eg eri ikki fastur organistur í Skála kirkju, men spæli, tá íð brúk er fyri mær. Eg sigli sum maskinmaður í frálandsvinnuni í Norra og beiggi mín Petur, sum býr í Vágum er chiefur hjá mær. Vit eru á somu vakt. Og tí spæli eg, tá íð eg eri heima.

Bjartur er giftur við Rannvu Davidsen, nú Johannesen úr Sørvági. Tey eyga trý børn, sum tey hava fingið seinastu fimm árini.

Tey búgva inni hjá foreldrunum hjá henni í løtuni, men hava fingið grundstykkið í Sørvági og fara skjótt at byggja.

-Vit, sum sigla í Norra, eru slopnir væl við karantenu, nú corona hevur herjað. Føroyar hava klárað seg væl í stríðnum móti hesi smittuni, tí her eru sjálvdan reyð tøl, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.