Skriva út

Bjarni Ziska

Bjarni Ziska
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjarni Ziska hevur verið deknur í tveir ár, nú hendan samrøðan var gjørd í oktober 2017. Kirkjan manglaði ein dekn, Bjarni varð spurdur og hann segði ja. Bjarni er føddur 21. desember 1966.

-Eg trúgvi, at fólk seta meg í samband við kirkjuna. Eg havi altíð gingið í kirkju. Tað var Ísak Mikladal, sum spurdi meg, um eg vildi verið deknur. Eg haldi, at hetta er eitt spennandi arbeiði, sum eg tími væl. Arbeiðið er vælskipað, eg veit akkurát, hvat eg skal. Eg taki upp eftir tí, sum hevur verið áðrenn. Og kenslan í arbeiðinum er góð. Tú følir, at tú er partur av nøkrum, sigur Bjarni Ziska.

-Vit gera kirkjuna klára til prest. Tað eru sum oftast prestur til gudstænasturnar. Vit lesa lestur einar 2-3 ferðir um árið. Tað er passaligt, men ikki for nógv, sigur hann.

-Eg eri útbúgvin lærari, var liðugur í 1996. Eg var lærari á Skúlanum við Ósánna frá 1996 og fram til 2015. Síðan flutti eg yvir á Skúlatrø og akkurát nú eri eg í farloyvi, tí eg eri lærari á Skúlanum við Áir, sum er ein partur av Dugna.

-Eg eri giftur við Chyrell, sum er ættað av Fillipsoyggjum. Vit eiga trý børn.

-At vera deknur í Klaksvík er tíðarkrevjandi, tí vit hava upp móti 200 kirkjuligar handlingar  um árið. Eg skiftist við Hákun Dam um deknatjansin, ein mána í senn og vit hava eisini tveir avloysarar, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.