Skriva út

Bjarni Hansen

Bjarni Hansen
klokkari
Mykinesar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vit skriva 2021 og í skrivandi løtu hevur Bjarni Hansen verið klokkari í Mykinesar kirkju í samfull 46 ár. Nú er langt millum gudstænasturnar og tær eru fyri tað mesta tá íð høgtíð er og tá prestur er í oynni. Vanligu deknagudstænasturnar er langt í millum. Bjarni er føddur 23. apríl 1954.

-Eg teljist millum teir gomlu kirkjutænararnar í landinum, hóast árini ikki eru so tyngjandi nógv. 46 ár er stórt petti av mansins ævi. Men eg var eisini ungur, tá íð eg var biðin til klokkara og eg havi verið í Mykinesi alt mítt lív, sigur Bjarni Hansen, klokkari.

-Eg tók við í 1975 og tá vóru nógv fólk í Mykinesi, millum 40-50. Nú er oyggin tóm vetrarhálvuna. Her eru ikki meira enn 10 fastbúgvandi. Men um summarið kann vera fitt av fólki, sigur hann.

-Tað var kirkjuráðið, ið spurdi meg, um eg vildi vera klokkari. Martin Danielsen hevði verið klokkari. Hann var vitapassari. Men hann fekk starv á Borðuni og so vóru boð eftir mær og eg havi trivist í starvinum, sigur hann.

-Eg havi búð í Mykinesi alt mítt lív. Eg eri ógiftur og búgvi saman við systur míni Jansy. Vit hava seyð, dunnur og hønur. Eg eri bóndi á Túváli. Talan er um ein fýra marka garð í kongs og so eigi eg eisini eina mørk í ogn. Eg hevði neyt í 40 ár, men nú eru tey avtikin, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.