Skriva út

Bjarni Garðshorn

Bjarni Garðshorn
klokkari
Elduvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjarni Garðshorn er føddur 23. mars í 1950 og hann býr í Elduvík. Hann hevur eina fortíð sum klokkari í Elduvíkar kirkju.

-Eg hjálpti Jógvan Reyná, hetta var í sjeytiárunum í farnu øld. Mær dámdi væl at ringja, men fekk ongan avloysara og so segði eg tað bara frá mær. Kirkjan var køld, tá eg var smádrongur. Har vóru bara tríggir Valor ovnar, sum hitaðu hana. Nú er oljufýr og hon er altíð flógv at koma inn í .

Sum 15 ára gamal byrjaði Bjarni eitt sera spennandi arbeiði. Hann fór at hjálpa Alfred Haraldsen við at halda telefonlinjuna millum Fuglafjørð og Elduvík.

-Tað var ein stuttlig tíð, vit runnu heim til Oyndarfjarðar og høvdu føst hús, har vit hildu til. Eg gisti hjá Ennu og Alfred hjá Ellu á Breyt. Tað eru nógv ár síðan, eg havi verið um Líðina, veit ikki, um eg hevði klárað tað í dag

-Eg var í hesum arbeiðinum í eini fimm, seks ár í seinnu helvt av sekstiárunum og inn í sjeytiárini. Eg var í hvørjum pela úr Fuglafirði og Inn undir Lúku á Funningsfirði og mær dámdi eisini væl hetta arbeiðið. Tað var stríggið arbeiði. Pelar brotnaðu og vit máttu draga níggjar pelar niðan. Tað máttu tríggir mans til hetta arbeiði. Tveir drógu og ein lyfti uppfyri. Menn hetta var ikki varandi arbeiði, tí fór eg í læru at smíða, sigur Bjarni Garðshorn.

-Tað er ógvuliga trist at búgva í Elduvík í dag. Tað er forferdiliga trist. Her vóru 70 fólk, tá ið eg vaks upp og nú eru vit nøkur fá.

Og heilt einsamallur er Bjarni ikki. Fyri 16 árum síðan møtti hann Lydiu og tey hava hildið saman síðani og hann roknar seg sum abba at hennara barnabørnum.

-Eg havi eitt frítíðarítriv, sum ikki nógvir menn hava. Mær dámar at gera handarbeiði og at brodera, eg havi gjørt tað, síðan eg var heilt ungur. Og seinnu árini eri eg farin at gera knívar og gaflar til barnabørnini og tað eru tey sera fegin um. Man má hava okkurt við hondina, eg klári illa at sita stillur og tað er stuttligt at gleða onnur við slíkum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.