Skriva út

Bjarki Henriksen

Bjarki Henriksen
klokkari
Sandur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjarki Henriksen er ein virkin maður og eisini innan kirkjuna. Hann er kirkjuráðsformaður og hann er eisini klokkari. Bjarki er føddur 19. juli 1958.

-Anfinn í Soylu, bakarin og Óli Niklái vóru klokkarar. Eg skuldi avloysa teir. Tað er ikki ókent í míni familju at vera kirkjutænarar, bæði deknar og klokkarar. Abbi mín, Kristian Clementsen, Kristian í Klovanum var klokkari í samfull 40 ár, sigur Bjarki Henriksen.

-Eg segði ja, tá íð eg var spurdur, eg gekk allíkavæl í kirkju. Eg hugsaði, at eg kundi ikki vera verri enn teir, sum høvdu verið frammanundan og sjálvandi skilt á tann hátt, at eg var heldur ikki betri, men líka góður, sigur hann.

-Eg havi siglt ein fittan part av lívinum. Frá 1985-1995 sigldi eg við Mercandia skipum. Síðan kom eg á Vaktar og Bjargingartænastuna, hetta var um aldarskiftið. Tá doyði mín fyrra kona av blóðtøppi í lungunum. Tað var ein stórur smeitur, sigur hann.

-Aftaná hetta fór eg at sigla við strandfaraskipunum eina tíð. Akkurát nú laði eg kirkjugarðin.

-Eg livi í dag saman við Sólfríð Lognberg og familjan er vorðin stór. Við hennara børnum og mínum børnum eru níggju børn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.