Skriva út

Birgir Toftheyggj

Birgir Toftheyggj
deknur
Hvalbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Birgir Toftheyggj í Hvalba hevur drúgvar royndir sum deknur. Hann hevur longu verið í tænastu í 16 ár og hann er ikki meira enn seksti ára gamal. Birgir er føddur tann 20. mai í 1956.

-Tann deknurin, sum hevði verið spurdi meg fleiri ferðir og eg segði nei. Tað var Mortan á Hólalagnum og hann hevði verið deknur í yvir 40 ár. Men so kom eg í tankar um, at um ongin hjálpti Mortan ella avloysti hann, hann hevði fingið so ring eygu tá, at tað var ikki meira enn at hann sá at lesa, so gjørdist hin deknurin Maja Scrøder einsamøll, og tað gjørdist ógvuliga bundið fyri hana. Eg hugsaði meg um og játtaði at enda.

-At vera deknur, hevur nógv við venjing at gera, tað vil eg siga. Eg haldi, at tað eru nógv fólk, sum eru egnaði til at vera deknur. Man er eitt sindur heitur og sveittar í fyrstuni, men tað er sum alt, ein vanasak. Fyrr vóru bara tveir deknar, nú eru fýra, sum skiftast og tí er tað ikki so bundið longur. Eg eri sum oftast i kirkju, sjálvt um eg ikki lesi.

-Tú, Brøðrasamkoman er sterk her í Hvalba, eini 25 prosent af fólkinum hoyra til brøðurnar og tey møta betri upp til møtini enn kirjufólkini ganga í kirkju.

-Eg fór ongantíð til skips, eg var for ringur av sjóverki, tað bar ikki til. Eg valdi landlívið og lærdi til timburmann, ogur hava alt havt nokk at gera og eg smíði enn. Eg áni ikki, hvussu nógv hús eg havi smíðað. Vit eru tveir sum smíða saman. Vit hava gjørt nógv hús í Suðuroy og eisini aðrastaðni í landinum. 88 ódnin kom á ein hátt sum ein frelsandi eingil. Aftaná fóru føroyingar at smíða sterkt og húsini eru munandi betri smíðaði í dag enn fyrr. Tey eru sterkari. Og í dag verður seymur næstan ikki nelgdur. Skrúvurnar draga at og halda betri.

-Eg eri giftur við Sigrun úr Hvalba. Hon er fødd Næs. Vit eiga tvey børn, eina gentu og ein drong. Og vit hava fingið trý barnabørn. Eg royni meg sum abba og tað er stak hugnaligt, sigur Birgir Toftheyggj.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.