Skriva út

Birgir Sigurðsson

Birgir Sigurðsson
deknur
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vanliga eru tað guðfrøðislesandi, sum hava verið deknar í Sankta Ólavs kirkjuliði ella í føroysku gudstænastuni í Keypmannahavn seinnu árini, men tó, undantøk eru. Birgir Sigurðsson hevur seinastu 14 árini verið knýttur at deknatænastuni og hann hevur lisið búskap og teldufrøði. Birgir er føddur 15 november 1978.

-Tað var Derhard Jógvansson, sum instrueraði meg, hann og Bergur Bjarkhamar. Eg var í Samuelskirkjuni í eina tíð og síðan fluttu vit í Hans Egekirkjuni á Eysturbrúgv. Eg havi verið deknur í 14 ár og heitt hevur verið á meg, tá íð tørvur hevur verið á tí. Eg eri ein av teimum, sum havi verið leingi, sigur Birgir Sigurðsson.

-At eg gjørdist deknur hendi natúrliga. Eg havi verið virkin í KFUM í Klaksvík, í meinigheitsarbeiði og tað hevur myndað meg, og tí var tað ikki fremmant fyri meg at gera tænastu í kirkjuni, sigur Birgir Sigurðsson.

Birgir er vinnulívsmaður í Keypmannahavn. Hann hevur saman við tveimum øðrum eina teldufyritøku, sum kallast Skabelon Design og har starvast 50 fólk. Fyritøkan heldur til á Christianshavn.

-Konan eitur Hanna Vágsheyg og eisini hon hevur lisið á universitetinum, samfelagsfrøði. Vit fóru bæði niður í 2003 at lesa, og vit eru her enn. Konan arbeiðir á CBS. Vit eiga trý børn. 13 ára gamla Fríða gongur til prest á Amager og skal konfirmerast í Klaksvík. Malena er 10 ár og Brita er trý ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”