Skriva út

Bernhardina Mikkelsen

Bernhardina Mikkelsen
deknur
Fuglafjarðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bernhardina hevur verið leingi deknur í Fuglafirði, tað gongur móti 30 árum og enn orkar hon eins væl og tá ið hon tók við. Bernhardina er farin úr arbeiðslívinum og hon er mest kend í vaksna lívinum sum ímyndin av heimahjálpini, tey fyrstu árini sum vanlig heimahjálp og seinni árini sum eftirlitskvinna, har allar heimahjálpir í Eysturoynni komu í samband við hana. Hon er fødd 1 desember í 1943. Tað var í árinum 1987, at boð vóru eftir henni til deknatænastu og hetta var í teimum døgum, tá ið Torkil Beder enn var prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi og ráddi andaliga fyri borgum. 

    -Tað var kirkjuráðið, sum bað meg. Eg veit ikki, um eg var so klár til hetta. Eg hugsaði meg um og eg havi verið glað fyri, at eg tók avgerðina og gjørdist deknur. Eg læs saman við Poul Martin á Trøðni og Óla Jákup Jacobsen. Eg var øgiliga nervøs í fyrstuni, men Torkil uggaði meg við, at tann, sum ongan feilin ger, hevur gjørt ovlítið, sigur Bernhardina. 

    -Tá ið eg byrjaði, vóru tað lestrarnir hjá Gudmund Brun, Jákup Dahl og Mariu Eide, sum vóru á skránni. Og eg læs altíð tann, sum mær dámdi best. 

    -Sálmarnar havi eg altíð valt sjálv. Eg haldi ikki, at tað er ringt at velja. Onkuntíð er onkur av kirkjufólkunum komin undan gudstænastu og hava ynskt, at vit hava sungið onkran ávísan sálm, og so taka vit hann. Í dag eri eg onkuntíð avloysari í Elduvíkar kirkju. 

    -Eg eri fuglfirðingur og eg eri av Geilagarði. Maðurin Samson Mikkelsen, er úr Gøtu. Vit fingu trý børn og tað er vorðið til fimm barnabørn. 

    Bernhardina tekur saman um lívið. 

    -Tað hevur loyst seg at liva lívið. Eg eri glað fyri tað.