Skriva út

Benjamin Gaasedal

Benjamin Gaasedal
kirkjusangari
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Benjamin er ein songfuglur og tey í kórum, har hann hevur verið ein partur av manningini, taka til, hvussu reina og góða rødd hann hevur. Benjamin er uppvaksin í Oyndarfirði tey fyrstu sjey árini. Foreldrini róku ein garð og fluttu í 1985 út bygdini. Benjamin er føddur 29 januar 1978.

-Eg sang í Samuelskirkjuni, men hon var sett til sølu. Síðan var hon ein privatkirkja. Hon lá á Nørrebro og har kom ongin. Eg sang eisini til fyrstu gudstænastuna, tá íð Sankta Ólavs kirkjulig flutti í Hans Egede kirkjuna á Østerbro, sigur Benjamin Gaasedal.

-Eg fór niður at lesa medisin, men eg tímdi ikki so væl, eg gjørdi ovlítið við tað og tað endaði við, at eg gavst. Eg fór at smíða og stoypa og var niðri í 12 ár. Í hesum tíðarskeiðnum fór eg eisini at læra til timburmann og tók sveinaprógv niðri. Og eg smíði framvegis hús í Føroyum.

-Tey manglaðu ein kirkjusangara. Eg sang tá í Húsakórinum og eisini í MPIRI. Anna Maria Olsen hevur helst sleipað meg við í kirkjuna, hon var eisini kirkjusangari. Eg havi sungið í kóri alt lívið.

-At vera kirkjusangari í Danmark er lønt arbeiði og tað var eitt gott ískoyti til húsarhaldið hjá einum lesandi. Í fyrstuni snúði hetta seg bara um at stuðla sanginum í kirkjuni. Men seinni gjørdust vit fýra kirkjusangarar og tá bar til at gera meira burtur úr og at syngja solo.

Benjamin livir saman við Annu Kristin Bech, vanliga nevnd Kristin og í teirra lívi eru fýra børn úr sjey upp til 16 ár. Tvær gentir og tveir dreingir.
 
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”