Skriva út

Beinta Bergsdóttir

Beinta Bergsdóttir
lesari
Argja kirkja

Beinta er argjafólk og familjumessiga er hon knýtt at kirkjuni á Argjum. Abbin, Henry Debes Joensen, hevur verið kirkjutænari í mong, mong ár sum organistur og pápin, Bergur Debes Joensen, er prestur og hevur verið virkin í kirkju og samkomu alt lívið. Beinta er fødd 26. apríl 1991.

-Hóast eg eri argjafólk, so eri eg fødd í Keypmannahavn, foreldrini vóru niðri í lestrarørindum, tá íð eg varð borin í heim., sigur Beinta Bergsdóttir.

-Eg eri uppvaksin við at ganga í kirkju og á møti, og eru bæði míni foreldur andaliga virkin, sigur hon.

-Tað hevur týdning fyri meg at vera nakað fyri onnur menniskju. Mær dámar væl at møta menniskjum har tey eru og hjálpa har frá. Tað var Derhard, prestur, sum spurdi meg, um eg vildi gera tænastu í kirkjuni og tað kendist fyri meg heilt natúrligt at siga ja. Tænastan er ein møguleiki at geva aftur, tað eg havi fingið í kirkjuni, sigur hon.

-Eg fái ein tekst, sum eg skal lesa í kirkjuni millum sálmarnar og lesi eg hann nakrar ferðir heima, so eg dugi hann. Kanska verið eg deknur einaferð. Eg haldi, at tað er sunt fyri sál og sinnið at reflektera yvir eina góða prædiku. Eg eri góð við kirkjuna, sigur hon.

Beinta er útbúgvin sosialráðgevi og arbeiðir hjá Kriminalforsorgini, har hon m.a. hevur nógv at gera við tey, sum sita í Mjørkadali.

-Eg eri ikki gift enn og búgvi í einari íbúð hjá ommu og abba mínum í Havn, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.