Skriva út

Asta Poulsen

Asta Poulsen
vaskikona
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Asta Poulsen hevur saman við Sólborg havt ábyrgdina av, at halda kirkjuna á Sandi reina og hesa tænastu hevur hon gjørt í fleiri tíggjuáraskeið. Asta er fødd 8. januar 1931.

-Í 1952 kom eg til Sands. Fx møtti manninum, Michael í Soylu í Havn. Eg tænti hjá Sunnevu og Ova Gram og Michael gekk á navigatiónsskúla. Hann búði hjá teimum, hetta var í 1948. Vit giftust á Sandi 17. februar 1952. Vit bygdu her og fluttu inn í okkara nýggju hús. Eg var glað fyri at flyta til Sands og var væl móttikin av mínum verforeldrum, sigur Asta Poulsen.

-Tað hevur gingið væl í hjúnarlagnum. Vit fingu tríggjar døtur og ein son. Og tað er vorðið til átta barnabørn og 10 langbarnabørn, sigur hon.

Uppvøksturin hjá Astu var nógv merktur av, at mamman fekk tuberklar. Asta var átta ár, tá mamman fór á sanatorii og hon var sekstan, tá mamman endiliga var útskrivað aftur.

-Hetta førdi við sær, at vit systkin vóru skild sundur. Vit vóru seks systkin. Vit vóru fýra, sum fóru til Gjáar og tann elsta og tað yngsta búðu hjá familju hjá pápa á Eiði, pápi var ættaður av Eiði.

-Øll hesi átta árini, mamma var á sanatoriinum vóru vit bara og vitjaðu hana einaferð. Vit sluppu ikki, tað var so vandamikið. Ingibjørg og eg koma at búgva hjá Jóhannu og Sofus Debes við Gjógv. Eg eri uppvaksin við tveimum mammun. Mín ordilga mamma gjørdist gomul Hon livdi til hon var 74 ár. Hon doyði sama árið sum yngsta dóttir okkara varð fødd. Norðuri Við Gjógv vuksu vit upp saman við hinum børnunum í húsinum sum systkin.

-Eg kom skjótt at vaska í kirkjuni, mostir Michael var formaður fyri vaskingini. Fyrst var eg einsamøll og so kom Sólborg hjá Gilssteini. Eg og Sólborg eru venindir. Eg havi verið góð við kirkjuna, hon er sum mín egna. Tá eg kom til Sands, vóru vegirnir ikki asfalteraðir. Fólk drógu nógvan skitt inn við sær. Heldur einki heitt vatn var, kókaða vatnið mátti berast úr grannahúsunum. Eg havi tikið mær av altardúkunum, vaskað og strokið. Eg eri stutt síðan givin. Tað var nógv arbeiði av at pussa messing og kalt var eisini í kirkjuni, einans petroleumsovnar, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo".