Skriva út

Ása Justinussen

Ása Justinussen
deknur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ása er fødd og vaksin upp í Havn, doypt í Havnar kirkju 7. februar 1946.  Hon er yngst av sjey systkjum. Pápin var úr Svínoy og mamman úr Hvalba.

Ása hevur havt fleiri ymiskar uppgávur í kirkjuni. Í nógv ár hevur hon sungið, bæði við Havnarkórinum til ymisk hátíðarlig høvi, og eisini sum sangari vanligar sunnudagar. Seinastu árini hevur hon í fleiri førum eisini virkað sum deknur, og so hevur hon nakrar ferðir lisið morgunlestur í útvarpinum.

Saman við Guðrið Hansdóttir hevur hon skipað fyri vøggusangi í kirkjuni, sum er sera væl umtókt. Tað eru mammur, sum saman við sínum pinkubørnum hittast til eina sangløtu eina ferð um vikuna. Børnini verða stimbrað við ljóði og litum, og sungnir verða klassiskir sálmar og barnaløg, og eisini verða nøkur skjaldur og kvæði sungin, fyri at knýta føroyska mentanararvin upp í vøggusangin.

-Í 2005 varð eg biðin um at stilla upp til kirkjuráðsvalið. Maður mín, Finnbogi Ísakson, var júst deyður, og eg ivaðist eitt sindur, men tók so av, og tað havi eg verið glað fyri. Eg sat í kirkjuráðnum til 2017, tá ið eg ikki stillaði uppaftur. Í 2006 varð eg eisini vald í prósta¬dømisráðið og sat har í 4 ár. Tá ið eg eftir valið í 2010 varð vald til formann í kirkjuráðnum, stillaði eg ikki upp aftur til próstadømisráðið.

Finnbogi og Ása fingu dóttrina Glæmu, men hon doyði vøggudeyðan bert fýra mánaðir gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.