Skriva út

Arnold Joensen

Arnold Joensen
deknur
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Arnold Joensen er fuglfirðingur, sonur Poul Martin á Trøðni, sum var ein sjónligur og virkin fuglfirðingur. Konan er úr Æðuvík og tey settur búgv á Oyri, har Arnold hevur verið lærari alt lívið. Arnold er føddur 16. februar 1944.

-Eg læs niðri í Holbæk og heimaftur komin valdi eg lærarastarv við Norðskála/Oyra skúla, sum liggur á Oyri. Vit bygdu í 1976 og síðan hava vit verið hangandi. Eg fór frá sum lærari fyri tveimum árum síðani í 2012, sigur Arnold Joensen.

-Jóanes Andreassen var í kirkjuráðnum. Hann spurdi meg, um eg vildi vera deknur. Hann hevði verið deknur og um hetta mundi vóru Jóan Petur Petersen og Jógvan Christiansen deknar í kirkjuni. Eg fekk umhugsunnartíð og segði ja. Vit foru tilgongu í kirkju og har var eisini sunnudagsskúli fyri børnini. Fólk sat í ávísum stólum, soleiðis, at tú sá beinanvegin hvørji ikki vóru í kirkju ella manglaðu. Vit høvdu stól nummar 9, sigur hann.

-Tænasta er ókeypis og sjálvboðin. Onkuntíð havi eg lisið morgunlestrar í útvarpinum, tá fekk eg samsýning, sigur hann.

-I dag hava vit fleiri lestrarbøkur at velja í millum. Eg kenni hetta starvið sum eina tænastu, so leingi man orkar. Eg fái tað burtur úr, at eg komið í samband við skriftina meira enn um eg ikki var kirkjutænari og tað at onnur eisini hava brúk fyri hesi tænastu.

-Eg gjørdist oyramaður. Vit eiga trý børn og ein siglur úti, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.